Danir fáa úr at gera á jarðfrøðiøkinum tey næstu árini. Saman við føroyingum skulu teir royna at sannføra onnur um, at føroyska meginlandsstøðið røkkur langt suðureftir, og samstundis skulu teir saman við grønlendingum sannføra uppaftur onnur um, at tað grønlendska meginlandsstøðið røkkur væl norður um norðasta blettin í Grønlandi.
Fyrradagin staðfesti Fólkatingið altjóða havrættarsáttmálan, og harvið er tann fyrsti hornasteinurin lagdur undir arbeiðið.
Danir og grønlendingar hava sett sær fyri at prógva, at økið við Norðpólin hevur samband við Grønland jarðfrøðiliga, og at Norðpólurin er á sama meginlandsstøði sum Grønland. Men teir eru ikki teir einastu, sum halda seg eiga Norðpólin. Fyri tveimum árum síðani kunngjørdu russar, at teir meta økið við Norðpólin sum part av russiska meginlandsstøðinum.
Norðpólurin er 380 fjórðingar norðan fyri Grønland.
Tey seinastu árini er pólurin vorðin eitt ferðamál. Tað eru serliga stórir russiskir ísbrótarar, sum sigla norður til póløkið við ferðafólki.