Grønlandsfilmur útsettur til týskvøldið

Av tí at Norrøna er seinkað, er sýningin av áhugaverda og vakra filminum “Við frystu fossarnar” í Miðlahúsinum útsett til týskvøldið

Grønlendski journalisturin Isak Kleist, hevur framleitt filmin “Við frystu fossarnar”, sum snýr seg um lívið við Diskovíkina. Í sambandi við stóru veðurlagsráðstevnuna í komandi viku hevur hann gjørt av at koma til Føroyar at hava norðuratlantiska frumsýning av filminum. Men nú Norrøna er seinkað, verður sýningin flutt til týskvøldið.


Filmurin gevur eina mynd av lívinum við Diskovíkina, um sambandið millum náttúruna og fiskivinnuna, og hvussu viðbrekið havið er í einari náttúru, har ógjørligt er at dyrka lendið.


Ítøkiliga hevur innlandsísurin, jøklarnir og íslagið stóran týdning fyri vistskipanina og fotosyntesuna í Diskovíkini og restina av arktiska heiminum. Filmurin gevur eisini eina mynd av møguligum avleiðingunum fyri grønlendska samfelagið, vinnulívið, búskapin og fólkalívið, um vistskipanin broytist munandi vegna alheims upphitingina.


Tittulin á grønlendskum er: ”Kuussuit Qerisut Sinaanni” , og á enskum ”By the Frossen Rivers”.

Filmurin er í tveimum pørtum á 35 minuttir í part. Til sýningina í Miðlahúsinum, sum er almenn og ókeypis, verður donsk tala og undirtekstir á filminum.


--


Frumsýningin verður í Miðlahúsinum mánakvøldið kl. 20. Umframt Isak Kleist kemur annaðhvørt Josef Motzfeldt, grønlendskur landstingslimur og fyrrverandi ráðharri, ella Juliane Henningsen, folketingslimur, at siga nøkur orð um filmin í Miðlahúsinum. Eisini fer Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri at siga nøkur orð.