Grønlendsku veljararnir settu týsdagin krossin fyri størri grønlendskum sjálvræði.
Sum væntað fekk IA framgongd, men framgongdin var kortini ikki so stór, sum roknað varð við, og tað bar í sær, at Siumut varðveitti støðuna sum landsins størsti flokkur, sjálvt um hann hevði afturgongd.
Siumut fekk 29,3 prosent av atkvøðunum ella 5,8 prosentstig minni enn á valinum seinast. Tað gevur flokkinum tíggju tinglimir ímóti teimum ellivu, sum flokkurin hevur havt hetta valskeiðið.
IA fekk 25,8 prosent, sum er 3,8 prosentstig meiri enn á seinasta vali. IA hevur nú níggju umboð í Landstinginum. Hann hevur havt sjey.
Tann borgarligi Atasut fekk 20,9 prosent av atkvøðunum, sum er 4,1 prosentstig í afturgongd.
Tveir nýggir flokkar stillaðu upp til landstingsvalið hesaferð. Kvinnulistin fekk einki umboð, men Demokratiski Flokkurin hevði eitt gott val og fekk 16,1 prosent av atkvøðunum. Flokkurin hevur serliga lagt dent á at tátta í á búskaparøkinum, og hann heldur lítið um loysingartosið í Grønlandi.
Formaðurin í Siumut, Hans Enoksen, segði valkvøldið, at flokkurin fer at royna at skipa samgongu, og í Nuuk verður hildið fyri vist, at Siumut og IA fara at manna samgonguna. Undir valstríðnum mæltu báðir flokkarnir til størri grønlendskt sjálvræði.