Grønlendingar biðja um hjálp

Nógvir grønlendingar, sum flyta til Danmarkar, megna ikki at fóta sær í tí fremmanda samfelagnum og enda í arbeiðsloysi og rúsdrekkamisnýtslu, og fleiri hava ongastaðni at búgva Hetta sæst týðiliga á Koefoeds-skúlanum í Aalborg, sum bjóðar sær til at hjálpa illa støddum grønlendingum. Í 2009 komu 90 grønlendingar á stovnin at leita sær hjálp, í fjør vóru teir tvær ferðir so nógvir, og higartil í ár er talið 139.

Helle Rønn, sum er leiðari á Kofoeds-skúlanum, kallar støðuna eina sosiala vanlukku. Hon sigur, at tað eru sosialir trupulleikar í Grønlandi, sum fáa fólk at flyta til Danmarkar, men móttøkan er ikki altíð tann besta.

-Tíverri síggja vit, at tey verða ofta sett uttanfyri, tí tey eru grønlendingar og hugsa øðrvísi enn danir, sigur Helle Rønn við danska kringvarpið.