Grønlendingar fáa lestrarbústað í Keypmannahavn

Á hvørjum ári noyðast fleiri ungir grønlendingar, sum ætla sær til Keypmannahavnar at lesa, at sleppa ætlanini, tí teir fáa einki at búgva í. Trupulleikin hevur verið veksandi tey seinastu fimm árini, eftir at ein skipan um, at grønlendingar stóðu fremst í røðini til at fáa eitt lestrarbúpláss, fall burtur. Avleiðingin hevur millum annað havt við sær, at í fjør máttu tríggir grønlendingar siga útbúgvingarplássið frá sær, tí tey høvdu onganstaðni at búgva, skrivar KNR.

Men nú er ein loysn í eygsjón.

Grønlendingahúsið í Keypmannahavn hevur útvegað sær 35 kømur og fimm íbúðir í einum fyrrverandi ellisheimi í Avedøre, sum nú verður umbygt til 90 lestrarbústaðir. Kømurini eru ætlað sum bráðfeingis bústaður tað fyrsta lestrarárið, men eingin tíðaravmarking er fyri íbúðirnar.

Ætlanin var, at tey fyrstu lesandi skuldu flyta inn í august, men valið í Grønlandi hevur órógvað ætlanina eitt sindur, sigur leiðarin í Grønlendingahúsinum, Inger Bruun.

-Valið ger, at vit vita ikki reiðiliga, hvussu støðan er, men vit rokna við, at tað komandi fer at vísa málinum vælvild, sigur Inger Bruun við KNR.