Fleiri ungir grønlendingar, sum búgva í eystara parti av Aalborg, kenna seg ótryggar og umhugsa at flyta haðani. Tað vátta tey grønlendsku feløgini og teir sosialu myndugleikarnir í býnum fyri danska kringvarpinum.
Sagt verður, at onnur børn og ung happa teirra grønlendsku javnaldrar og forfylgja teimum, og løgreglan kannar í løtuni tveir tilburðir um harðskap ímóti ungum grønlendingum í býnum.
-Nakrir grønlendingar kenna tað, sum at teir verða viðfarnir sum eitt minni vert fólkaslag enn onnur her, sigur Claus Seerup, sum er støðleiðari hjá løgregluni í Aalborg Øst, við DR.
Í kommununi taka tey málið í stórum álvara, og tann 9. november verður fundur um trygdina hjá grønlendingum í býnum.