Oljuboringarnar hjá Cairn Energy geva fleiri arbeiðspláss í Grønlandi. Sambært kringvarpinum í Nuuk hava 29 grønlendingar fingið arbeiði hjá felagnum, og 50 aðrir skulu á skeið. Tað kostar umleið hálva aðru millión krónur, sum skotska oljufelagið rindar.
Herumframt skulu 10 fólk á eftirútbúgving innan fyri oljuvinnuna.
Tríggjar grønlendskar kommunur, landsstýrið og Cairn Energy hava gjørt eina avtalu, sum millum annað sigur, hvat fólkið og vinnulívið í Grønlandi skulu fáa burtur úr oljuleitingini, og tey ætlaðu skeiðini eru úrslit av hesi avtaluni, sigur KNR.