Grønlendsk børn liva undir skelkandi umstøðum

Abbin mátti á sjúkra­húsið við pinkubarni­num, sum hevði meningitis, tí for­eldrini vóru so full, at tey orkaðu ikki at ganga

43 ferðir hevur Karen Littau­er verið í Grønlandi, og hon hevur staðið á odda fyri fleiri granskingarverk­ætlan­um um viðurskiftini hjá grøn­lendskum børnum. Nú hevur hon búð í norður­grøn­lendsku bygdini Qaanaaq í tríggjar mánaðir, har hon í samstarvi við stovnin Kron­prinsens og Red Barnets Værksted hevur kannað um­støðurnar hjá børnum og ungum í bygdini.

Úrslitið er skelkandi

– Hetta var tað ringasta, sum eg nakrantíð havi sæð. Bygdin flýtur í rúsdrekka. Børnini rekast fyri vág og vind, tí foreldrini eru ov drukkin til at taka sær av teirra mest neyðuga tørvi, sigur Karen Littauer við danska útvarpið.

Hon sigur, at øll drykkju­skapurin ávirkar hvørt ein­asta húski í Qaanaaq, sum hevur umleið 600 íbúgvar og umleið 800, um tær smáu grannabygdirnar verða taldar við. Drykkju­skap­urin er hvønn­dags­kost­ur hjá børnunum, sum royna at halda saman, og sum eru úti sum longst fyri yvirhøvur at yvirliva.

– Tað ringasta, sum eg var vitni til, var eitt pinku­barn, sum bleiv flutt á sjúkra­hús við meningitis. Tað var abbin, sum fór til læknan við tí, tí foreldrini vóru so full, at tey orkaðu ikki at standa á beinunum. Seinni komu tey á sjúkra­húsið, men tey høvdu valla vit til at skilja, at teirra pinku­barn fekk hjarta­masasju, sigur Karen Littau­er.

– Støðan er so álvarssom, at tað ber ikki til at lata heimastýrið avgera lagnuna hjá hesum fólki, sigur hon.

Ruðuleiki

Karen Littauer sigur, at tað er heldur einki skil á skúla­gongdini í Qaanaaq, og at tað sæst týðiliga, at har eru ov fáir læarar við útbúgving. Tímar verða javnan avlýstir, og summir flokkar eru als ikki í skúla fríggjadag. Úr­­slitið er, at í meðal fær bara ein næmingur úr hvørjum flokki nakra útbúgving.

Ein lækni er í Qaanaaq. Tað er sum oftast ein svii, og bygdin fær nýggjan lækna sættu hvørja viku. Sálarfrøðíngur er eingin, sjálvt um fleiri í bygdini mugu metast vera í vanda fyri at taka lívið av sær.

Harðskapur er ein partur av gerandisdegnum, og tað sæst á nógvum kvinnum, at tær eru fyri harðskapi við hús. Danski løgreglumað­ur­in í bygdini fer frá fyri aldur í summar, men tað ger ong­an mun, tí hann hevur langt síðani mist alla vón um at fáa skil á. Fólk vilja ikki siga sannleikan um hvør ann­an, og løgreglumaðurin má lata nógvar kærur fara aftur við borðinum, tí ann­ars kann hann koma sær sjálv­um og sínum hjálpar­manni í vanda.