Eitt lík, sum varð funnið uttan fyri Ringsted fyrramorgunin, er av einari grønlendskari kvinnu Løgreglan í Vestursælandi hevur nú staðfest, at talan er um kvinnuna Vivi Inger Kristiansen, skrivar Dagbladet Ringsted.
Talsmaðurin hjá løgregluni sigur, at kanningar hava staðfest, at kvinnan er grønlendsk, og harafturat hevur løgreglan upplýsingar, sum vísa, at talan er um ta horvnu Vivi Inger Kristiansen. Sambært talsmanninum dugir løgreglan framvegis ikki at siga, hvussu kvinnan doyði.
Tann 31 ára gamla Vivi Inger Kristiansen hvarv í juli í fjør, og hóast løgreglan leitaði við tyrlum og hundum, bleiv kvinnan ikki funnin. Fyrrapartin sunnudagin bleiv lík hennara funnið í einum skógi uttan fyri Ringsted.