Anton Fredriksen, landsstýrismaður í innlendismálum í Grønlandi hevur í nakar dagar verið og vitjað føroyska starvsfelaga sín Kára P. Højgaard.
Í gjár var hann og vitjaði í Klaksvík, har borgarstjórin Gunvá við Keldu tók ímóti og kunnaði um ymisk viðurskifti í Klaksvík og Norðoyggjum.
Við í fylginum vóru tveir embætismenn og kona Anton, Margrethe Frederiksen umframt Kári P. Højgaard, landsstýrismann. Teimum varð eisini boðið ein betri bita í býráðshúsinum í Klaksvík.
Aftaná gekk leiðin norður í Norðhavnina og Christianskirkjuna, áðrenn farið varð til Tórshavnar. Anton Frederiksen var sera fyrikomandi og hevði nógv at siga frá, eins og hann hevði nógv at spyrja um, sum hann vildi hava betur greiðu á.