Grønlendski fíggjarmálaráðharrin leggur frá sær

Aleqa Hammond hevur lagt frá sær, tí hon kennir tað soleiðis, at eingin lurtar eftir, tá ið hon vísir á, at tað als ikki er samband millum inntøkur og útreiðslur Aleqa Hammond úr Siumut hevur í dag lagt frá sær sum fíggjarmálaráðharri í Grønlandi. Í tíðindaskrivi verður sagt, at hon hevur tikið hetta stigið fyri at mótmæla fíggjarpolitikkin, ið verður rikin, og sum hon á ongan hátt heldur vera skilagóðan.

-Eg eri ímóti búskaparpolitikkinum, sum verður rikin av landsstýrinum, og tað er eingin, sum letur til at skilja míni sjónarmið og ávarðingarnar, sum eg havi givið. Eg ynski ikki at hava medábyrgd av tí, sum gongur fyri seg. Hækkandi útreiðslur og víkjandi inntøkur eru ikki haldbar fyri búskapin hjá Grønlandi, og landsstýrið tekur ikki hesa ávarðingina í álvara, sigur Aleqa Hammond í tíðindaskrivi, veit Ritzau tíðindastovan at siga.

Aleqa Hammond fer frá, eftir at hon í august legði fíggjarlógaruppskotið fyri 2009 fram. Tað javnvigaði við einum halli upp á 441 milliónir krónur. Nú sær tað út til, at hallið fer at økjast til 750 milliónir. Orsøkin er tann, at tað ikki tykist vera møguleiki fyri at fáa meiriluta fyri at broyta orkufelagið Nukissiorfit til at verða partafelag.

Aleqa Hammond, sum í morgin verður 43 ár, hevur síðani 1. juli í fjør verið ráðharri í fíggjarmálum og uttanríkismálum. Hon undirstrikar, at tað er ikki tí, at hon ikki kennir seg at vera føra fyri at umsita hesi málsøkini, at hon fer frá, men heldur tí hon er ósamd í fíggjar- og búskaparpolitikkinum.

Hans Enoksen, landsstýrisformaður, sigur í kvøld, at nýggjur landsstýrismaður í fíggjarmálum og uttanríkismálum verður útnevndur seinni í hesi vikuni.