Tann grønlendski fólkaskúlin er so vánaligur, at nógv grønlendsk børn eru ikki før fyri at fáa sær eina veruliga útbúgving. Tað vísir ein kanning, sum byggir á fráfaringarroyndirnar í fólkaskúlanum, og sum blaðið Sermitsiaq almannakunnger. Har kemur millum annað fram, at hjá 48 prosentum av næmingunum má avrikið í grønlendskum, enskum og støddfrøði metast sum "vánaligt".
-Í mínum eygum er fólkaskúlin næstan ein vanlukka, sigur stjórin í grønlendska arbeiðsgevarafelagnum, Henrik Leth. Hann ávarar um, at sum gongdin er nú, verður endin, at størv, sum krevja hægri útbúgvingar, verða mannað við útlendingum, og at grønlendingar verða áskoðarar heldur enn luttakarar í landsins menning.
Formaðurin í grønlendska lærarafelagnum, Sivso Dorph, er samdur við honum. Hann vísir í hesum viðfangi á, at bara 700 av teimum 1.250 lærarunum í fólkaskúlanum hava læraraútbúgving.