Ein landstingslimur hjá Siumut vil vera við, at bæði landstings- og landsstýrisfólk eru hashmisnýtarar. Løgreglan í Grønlandi hevur gjørt av, at hon ger einki við Josef Motzfeldt, landstingsformann, hóast hash varð funnið heima í stovu hansara.
Men sambært Siumut-tingkvinnuni Doris Jakobsen er hash rættilga vanligt millum grønlendskar politikarar. Hon sigur við blaðið AG, at hon er sannførd um, at tað eru fólk í Landstinginum og í landsstýrinum, sum brúka hash.
Doris Jakobsen sigur, at hon veit frá álítandi fólki, at tað eru hashmisbrúkarar í bæði Landstinginum og landsstýrinum, men at tey tíverri ikki tora at siga sannleikan alment.