Grønlendskt skúlaskip lagt

Privata skúlaskipið Tûgdlik í Nuuk hevur mist loyvi at sigla við dreingjum, sum hava trupulleikar Grønlendsku myndugleikarnir hava tikið loyvið skúlaskipinum, ið hevur virkað sum ein stovnur. Við skipini hava verið dreingir undir 18 ár, og hetta hava verið dreingir, sum hava sera stórar sosialar trupulleikar.

Landsstýrið hevur tikið loyvið aftur við tí grundgeving, at viðurskiftini umborð vóru alt annað enn góð.

Dreingirnir, sum nú vóru við, eru allir antin farnir í familjupleygu ella á stovni.

Skipaeigarin, Tom Augo Lynge, er alt annað enn blíður um avgerðina. Við grønlendska útvarpið sigur hann, at grønlendska sjálvsstýrið alla tíina hevur verið eftir stovninum, og at viðurskiftini umborð lúka øll lógarkrøv.

Hann ætlar at stevna.