Rógvi á Rógvu, Valeni hjá Tjóðveldi
----
Orkumál er ein ty?dningarmikil samfelagsspurningur.
Samfelagið er tengt at orku. Vit brúka orku til hús, heim og arbeiðpláss, til at veita ljós og at reka vinnuna á landi og á sjógvi.
Meir enn 90% av orkuny?tsluni í Føroyum kemur av innfluttum oljuúrdráttun, ið vit
noyðast at keypa til marknaðarprís, sum vit onga ávirkan hava á. Tá oljuprísirnir eru høgir, ávirkar hetta alt samfelagið og bæði vinnan og samfelagið verða dy?rari at reka.
Efturspurningurin eftir olju er vaksandi, samstundis sum tað er vorðið dýrari og truplari at koma fram at oljuni.
Ein øgilig orka og peningalig upphædd skal til fyri at finna, útvinna og raffinera oljuna, at flyta hana um landamørk og goyma hana, áðrenn hon kemur brúkarunum til góðar.
Hetta er ein kostnaðarmikil og dálkandi loysn og alt tíðir uppá, at oljan verður upp aftur dýrari í framtíðini
Avleiðingar
Í dag síggja vit ógvusligu avleiðingingarnar av høgu oljiprísunum, har bæði húsarhaldið og vinna eru komin í tungan sjógv og alt samfelagið er vorðið dýrari at reka.
Neyðugt er at umskipa okkara orkunýtslu og skifta til varandi orku
Vindur, hav, vatn og sól eru varandi og grønar orkukeldur og eru lættari atkomiligar.
Tórshavnar Kommuna eigur í nógv størri mun at virka fyri, at vit verða óheft av dýru og dálkandi oljunýtsluni. Vit eiga at taka størri atlit og fylgja Kyoto protokollini og minka um CO2 útlátið. Vit eiga at gera tað sum neyðugt er fyri at tryggja eitt reinari umhvørvi, har vit verða meira óheft av dálkandi oljuni.
Hetta kundi samstundis elvt til nýggjar vinnur, útvega arbeiðspláss og stimbra gransking og menning av nýggjari tøkni.
Grønt ella svart
Sum er, eru øll akførini hjá Tórshavnar Kommunu bensin- ella diesel drivin. Tí ber til at staðfesta at Tórshavnar Kommuna í dag dálkar umhvørvið óneyðuga nógv.
Hetta eiga vit at broyta, so flest møgulig akfør hjá Tórshavnar Kommunu verða skift til el-drivin akfør.
El-bilur
Ein el-bilur umsetur uml. 90% av orkuni til framdrift, har ein bensin ella dieselbilur sjálvdan umsetur meiri enn 30% av orkuni til framdrift.
Kraftin í el-bilunum er eins góð sum tann í bensin og diesel bilum.
Eitt el-akfar dálkar minni og fær meiri burtur úr orkuni og er tað tískil eisini ein fíggjarligur fyrimunur.
Tað eru nógv góð dømir um, at tað loysir seg at skifta til el-akfør
Post Danmark er í ferð við at skifta út til el-akfør. Taxa 35 í Dk og Yellow Cab í NY skifta stóran part av dieselbila-flotanum út við el- bilar.
PostNord hevur ein flota, ið telur einar 3000 el-akfør og er ein av størstu fyritøkum í Europa, ið brúkar el-akfør.
Tað verður granskað nógv í varandi orku og el-akførum og grannalondini eru góð fyridømi í orkupolitikkinum.
Hetta kunnu vit læra av.
Kommunan eigur at vera ein fyrimynd í grøna leistinum
Lat okkum fara til verka nú og í størri mun gerast óheft av oljuni við reinari og bíligari orku.
Tórshavnar Kommuna eigur at tryggja verandi og komandi borgarum eina framtíð í einum reinari umhvørvi, har kommunan førir ein tryggan og burðadyggan fíggjarpolitikk.