Grønur vøkstur skal basa fíggjarkreppuni

- Business as usual is dead, segði danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen á altjóða veðurlagssráðstevnu í Keypmannahavn hósdagin 12. mars.

- Grønur vøkstur er svarið upp á trupulleikarnar av veðurlagsbroytingunum, og grønur vøkstur verður eisini loysnin á fíggjarkreppuni, sum herjar um allan heim, segði forsætisráðharrin í røðu síni, tá hann endaði ráðstevnuna framman fyri 2500 vísindafólkum og øðrum áhugaðum umframt tíðindafólki frá meira enn 80 londum.

Hann legði eisini dent á, at broytingar í nýtslumynstri eru neyðugar, bæði fyri at bøta um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum, og fyri at skapa ein burðardyggan búskaparvøkstur.

TRÝST HER fyri at lesa meira á heimasíðuni hjá Bitland