Grót

? ? ?

Tónleikasamtakið Grót er eitt nýbyrjað felag, sum heldur til inni í Eysturoynni. Tað vóru nakrir ungir tónleikarar, sum tóku seg saman at stovna felagið fyri uml. tveimum mánaðum síðani og 28. okt. var ein kunnandi og innleiðandi fundur hildin í Losjuni Glottin við Gøtugjógv. Nógv fólk var til staðar og samtykt var at fara undir felagið. Ein fyrireikandi nevnd varð sett til at gera eina reglugerð, tilevna eina endamálsorðing o.s.fr. Hetta verk er nú so væl áleiðis komið, at fyrireikandi nevndin aftur hevur kallað til fundar. Hesin fundurin, sum verður í skúlanum í Leirvík, hevur til endamáls, at velja eina nevnd, sum skal standa fyri rakstrinum av felagnum. At viðtaka tær lógir, sum fyrireikandi nevndin hevur sett saman og soleiðis alment stovna felagið.

Felagið vónar, at nógv fólk fær komið til fundin, sum verður hóskvøldið 12. nov., kl. 20 í skúlanum í Leirvík, sum áður nevnt.