Tríggir "Prix Bólkar" spæla konsert í Gøtu leygarkvøldið
Leygarkvøldið 18. verður konsert í losjuni við Gøtugjógv. Tá fara tríggir prix-aktuellir bólkar á pallin hjá Grót:
HEADACHE BLUES TREO, við so kendum nøvnum sum Una Reinert Debess, Edvard Nyholm Debess og Rógva á Rógvu,
FLUX, við Hans Marius Ziska Weyhe, Kristian í Vági og Sveinur Gaard Olsen, ið ma.a. tvær ferðir áður hava verið við í Prixnum, sum vóru við á TUTL Live 25 fløguni fyri kortum og sum av fleiri vera mettir sum eitt gott boð uppá hvør, ið veruliga kunna gera seg galdandi í Prixnum í ár.
SIDE EFFECT, føroya allarhelst einasti techno bólkur. Nýskapandi, spennandi og orkufult. Manningin telur m.a. úrmælingin Brynjálv av Heygum, ið eisini er kendur úr m.ø. MC Hár.
Hesir bólkar fara leygardagin saman við Tónleikasamtakinum Grót og eldhugaðum áhoyrarum at skrúva hitan upp í grúgvuni undir Prix-grýtuni, sum veruliga fer á kók hin 25 januar í mentanarhúsinum í Fuglafirði, tá m.a. Headache Blues Treo skulu kappast um at sleppa í Prix Føroyar Finaluna.