Grát mítt óruddiliga land

Oddagrein:

Vit skulu sjálvandi fegnast um herðklappið frá háttvirda tíðarritinum, National Geografic Traveler, sum setti í fjør sett Føroyar á eitt fyrstaplass av 111 oyggjalondum, tá tað snýr seg um at hava reint umhvørvi. Men eftir ein túr ígjøgnum stóran part av landinum við myndatólinum, kann tað vera torført hjá okkum her á blaðnum at skilja, at land okkara uppnáddi hendan fína heiður. Í hesi dømingini kann órudd og burtukast í túsundtonsatali neyvan hava talt serliga nógv, ella má tað hava staðið ómetaliga illa til í øðrum oyggjalondum, sum tíðarritið hevur valt at taka við í metingina.

Hvør hevur ábyrgdina av øllum óruddinum, kann vera torført at gera av, men ilt er at tulka tað øðrvísi, enn at virðingin fyri føroysku náttúruni og bygda- og býraumhvørvinum sær út til at liggja á einum sera lítlum stað millum tey, sum tveita alt hetta frá sær.

Frá politiskari síðu hevur fyri mongum árum síðani verið sett út í kortið, at Føroyar skulu vera ferðamannaland, sjálvt um tað sær út til at ganga rættiliga seint við at fáa hendan dreymin at gerast til veruleika. Nú vil ferðamaðurin neyvan halda seg burtur frá okkara landi orsakað av óruddi og burturkasti, men tað átti at verið eitt mál hjá myndugleikunum at gjørt nakað við hendan trupulleikan, tí hann er stórur. Gløgt er gestsins eyga, verður sagt, og tí er lítil ivi um, at hetta er nakað, sum ferðafólk leggja til merkis. Føroyska náttúran er vøkur, men sera viðbrekin, tí hon er so nakin, og alt sæst langvegis frá. Tí sæst óruddið hjá okkum nógvar ferðir betri, enn tað ger í londum, har trø og annar vøkstur í mongum førum kann fjala slíkt.

Tað kann tykjast óskiljandi, at fyritøkur, stovnar, kommunalir myndugleikar og onnur sleppa avstað við at seta gamlar maskinur, bilskrokkar, bingjur og annað burturkast frá sær á slíkan hátt. Sjálvandi skal pláss vera fyri vinnuligum virksemi, tí tað er hetta, vit liva av. Men tað kann vera torført at skilja, at tað skal bera til at kassera maskinur, útgerð og annað, og so bara seta tað frá sær onkustaðni, har tað stendur og rustar í áravís. Útgerð, sum fyri langari tíð síðani er avskrivað hjá eigaranum, ið má hava skyldu til at beina hetta burtur, ístaðin fyri at lata tað standa sum eina skomm og til ilsku fyri onnur.

Spurningurin er, um myndugleikarnir hava gjørt nóg mikið fyri at áleggja eigarunum at beina óruddið burtur. Ella tað sum verri er: At kommunur (og aðrir almennir stovnar) sjálvar eiga ein part at hesum og tískil ikki koma sær at krevja av øðrum at rudda upp eftir sær. Hiðani kunnu vit bert koma við eini áheitan á allar partar um at vísa ábyrgd, so hesin umfatandi trupulleikin kann komast til lívs.