Albert Isfeld, arkitektur
Vit í Havn hava verið vælsignaði við undangongumonnum og - kvinnum, sum hava gjørt Havnina til ein grønan bý við urtagørðum og plantaðum plássum og lundun – hetta hevur smittað til tann meiniga havnaborgaran, sum eisini fór at planta runnar, trø og blómur at fríðka um øki kring húsini.
Til ber at nevna Djóna í Geil, sum gjørdi miðvíst arbeiði, at gera Havnina til ein fjálgan grønan bý, Richard Long sum annlegði fleiri av vakrastu urtagørðum í Føroyum og katolikkarnir, sum bæði úti í Rættará og kring Sankta Frans skúla vóru undangongufólk at planta trø, runnar og grønmeti eins og blómur og sum úti í rættará var so hegnisliga plantað, eisini í drívhúsi, at fólk í Havn fóru á útferð at hyggja at urtagarðinum har.
Onkustaðni í hesum gróðursettu støðum ella urtagørðum, hevur onkur steinur ligið frá fyrndardøgum og er soleiðis blivin náttúrligur partur av fríðkanini.
Vit hava eisini í okkara tíð sæð býin verða fríðkaðan við gróðurseting og skulu býargartnarin og býararkitekturin hava stóra takk fyri teirra slóðbrótandi arbeiði.
Grótið í Miðbýnum
Aftan fyri Sjónleikarhúsið, kring húsini hjá Hans Andrias Djurhuus og húsini hjá Zakarias á Skipafelagnum er vakrir urtagarðar og njótaðu vit á teknistovuni og fólk annars, sum gingu í býnum, sýni av teimum vøkru gullregntrøunum við sínum tungu gulu klasum av blómum, sum hingu yvir garðin og inn á parkeringsøki hjá Sjónleikarhúsinum – ein vøkur sjón.
Knappliga ein dagin verða hesi trø saman við øðrum trøum og vøkstri niðurfeld.
Eg var illa við av hesum og spurdi meg fyri, hví farið var so óstorsliga fram, men fekk okkurt at vita um, at hetta var vanlig røkt.
Úrslitið er eitt gapandi op í urtagarðinum, ongar gular blómur frá gullregnstrøum, men tað nýggja fyribrygdið er komið undan kavi – nakrir Mosagrógvnir steinar.
Vit fegnast øll um parkeringsplássið við Jóanes Paturssonargøtu og hvussu væl frágingið er her.
Arbeiðið er gjørt til lítar við lampum, gøtum og trappum og plantingin av trøum og runnum er fyrimyndarlig – og takk eiga býargartnarin og býararkitekturin fyri hetta verk.
Men hvat er tað eyga skoðar ovast uppi á økinum – eitt kópalátur? - her er mín sann løgd orka í at skava tann lítla vøkstur sum er burtur.
Á tríkantinum við Steinatún er løgd orka í at skapa eitt mánalandskap, allur vøkstur er tikin burtur og ja tað nýggja fyribrygdi – gróti - er lagt sum tað sær út, tilvildarliga í skráan – ikki er hetta vøkur sjón, tá hugsa verður um, hvat mann kundi gjørt við planting og býarinnbúgvi.
Lítli græsplantaði trýkanturin yviri við Jónas Broncksgøtu hevur sanniliga eisini fingið ”plantað” nakað av gróti, her so tilvildarliga grýtt, at bilar, sum koyra framvið kunnu raka grótið.
Eisini okkara elskaða Hoyvíkstjørn hevur fingið toyggji av tí nýggja ”Fyribrygdinum”.
Grótið sær her til at vera avlopsgrót frá einhvørjari bygging, sum so er dumpa í tjørnina og er hetta ikki tespilig mynd, tá hugsa verður um, hvussu væl hon tók seg út við teim smáu kjarrklæddu hólmunum - onkur av hesum er tó eftir enn.
Við hólmum og plantum kann fuglalívið í og kring tjørnina blíva eitt satt eldarado.
Grundin til hetta lítla innlegg er ikki fyri at harta ella siga, at grót ikki kann brúkast til fríðkan av gróðursettum økjum.
Eg vil bert vísa á, at grót sum verður tikið úr náttúrðuni og á kunstigan hátt sett í býar- ella havakend pláss í føroyum, ofta fáa eitt nærmast láturligt úttrykk – vit skulu hugsa um, at vit hava at kalla allastaðni í nátturuni grót og mosa, tað er ikki bara tað, og helst slett ikki tað, sum skal til, at skapa fjálgt og hugnaligt mannaskapt urbant býarumhvørvi.