Frá veruleikanum: Ein sjúklingur kemur til viðgerð fyri ótta. Hann kemur inn í viðtaluhølið hjá læknanum.
Í somu løtu hann setur seg niður byrjar hann at gráta. Hann grætur og grætur alla ta tíðina, sum hann hevur hjá læknanum.
Sjúklingurin fer tískil út aftur við óforrættaðari sak, og fær eina nýggja tíð. Støðan endurtekur seg aftur hesa ferð. Læknin fær ikki samband við sjúklingin fyri berum gráti, hóast ótalligar royndir verða gjørdar at spyrja inn til trupulleikarnar.
Tað vísir seg, at tess meiri læknin spyr, tess meiri grætur sjúklingurin. Her eru ikki nógvar vónir fyri einum líkinda úrsliti av viðgerðini. Sjúklingurin fær tí eina nýggja tíð.
Hann kemur aftur til ásettu tíð, og byrjar við tað sama at gráta aftur. Hesaferð hevur læknin kortini sett sær fyri, at fáa samband við sjúklingin. Men tað sigur alt tað sama. Sjúklingurin bara grætur og grætur, hóast læknin setur teir spurningarnar, hann eigur at gera í slíkum føri.
At enda kemur so tann forloysandi spurningurin, sum broytir alt og sum fær samband við tað innasta sálardýpið hjá sjúklinginum. Læknin spyr: - Hvat er tað, sum tú ikki vilt tosa um? Og hvat er tað tú sleppur undan við at gráta soleiðis?
Gráturin steðgar í somu løtu, tí her fekk læknin rakt við tann trupulleikan, sum viðkomandi hevði: Hann vildi ikki tosa um tingini, hóast hann hevði fingið tíð til viðgerð hjá læknanum.
Hetta er ein av grundhugsanunum í teirri kognitivu viðgerðini, sum vindur alt meiri og meiri uppá seg í londunum rundan um okkum og eisini her í Føroyum.
Í hesum sambandi skipaði Sinnisbati fyri skeiði og fyrilestri í farnu viku, har henda viðgerðin varð tikin fram sum eitt dømi um eina viðgerð, sum kann skjalprógva góð úrslit.