Grót úr heimbygdini

Skopun: Í eina tíð hevur Skopunar kommuna arbeitt við at fríðka um ymsa staðni í bygdini.

Arbeitt hevur verið øki frá øki, og í hesi vikuni verður so eitt arbeiði gjørt ovarlaga í bygdini, har eitt torg einaferð kemur.
Týsdagin vóru tveir mans í ferð við at leggja brotflísar á á hesum staði. Og sum skilst er ætlanin seinni at seta upp benkur her.
Grótið kemur úr Høvdahaganum, norðanfyri bygdina, og verður fingið til vega frá Grótvirkinum í Skopun. So her er talan um reina Skopunar-framleiðslu!