Grót rapað á Kaldbaksvegnum

- og fleiri bilar fingu skaða.

Í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur varð rendur fastur á grót, sum varð rapað á Kaldbaksvegnum. 

 

Tað vísir seg síðani, at fleiri bilar fingu skaða av grótinum, sum lá og sløddist á vegnum. 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at eingin fólkaskaði var, hóast grótið var til stóran ampa fyri bilar. 

 

Grótið er fingið uppaftur og nú skuldi eingin trupulleiki verið. 

 

Løgreglan hevur havt úr at gera um vikuskiftið, millum annað við ymiskum harðskapsmálum. 

 

Les eisini: Fleiri harðskapsmál um vikuskiftið