Grátið, bygdamenn!

   

Tom Silvurdal
Vágur 16.09.04
???????????????

Nei takk, harra fyrrverandi borgarstjóri Mannbjørn Tausen.
Hvørja orsøk skuldi eg sum vágbingur havt at gingið tínari umsókn á møti?
Eg eri vágbingur, havi gingið á HF í Vági, fyri síðani at nomið mær útbúgving sum verkfrøðingur í Danmark.Eftir lokna útbúgving fluttur heim aftur til Vágs, við familju.Setti búgv í Vági.Tá kreppan kom til Føroya, var tú borgarstjóri í Vági. Í hesum sambandi var tú bæði í útvarpi og sjónvarpi og tosaði um okra størsta arbeiðspláss Polarfrost. Vágs kommuna megnaði onki at gera við hesa støðu, virkið var komið í, hetta kann stutt sigast at vera niðurstøðan av tínum samrøðum við fjølmiðlarnar tá!
Sum øllum kunnugt bleiv kreppan í Føroyum bara verri og verri. Tað sá ikki út til at nakað kundi gerast fyri at venda gongdini. Fyri meg, sum var byrjaður sum sjálvstøðugur enteprenørur beinanvegin, eg kom aftur til Vágs, gjørdist støðan eisini ótolandi longri tíð ið gekk, uttan at útlitini fyri tann føroyska búskapin batnaðu.
Men fyri meg sjálvan kom vend í, tá í undirritaði tók stig til at fara uttanlands at arbeiða, heldur at halda fram í Vági, uttan at hava nakað at gera.
Tíðarskeiðið jan 95 til juni 04 havi eg verið noyddur at arbeiða uttanlands, orsakað av arbeiðsloysi í Suðuroy - ikki í Vági!
Øll hesi árini hevur familjan verið eftir í Vági, og børnini eru vaksin upp her.
Hesi 10 árini eg havi arbeitt sum sjálvstøðugur uttanlands, hava nógvir vágbingar havt arbeiði hjá mær, umframt suðringar og norðingar annars.
Síðan 15. juni í ár havi eg arbeiði í Suðuroy, sum býarverkfrøðingur á Tvøroyri. Mítt tíggju ára tíðarskeið í Danmark er fyribils at enda. Men hóast heimkomin, hava mínar kontaktir verið við til at skaffa 15 monnum í Suðuroy arbeiði í Danmark. Hesir menn búgva flest allir í Vági, og mugu fara frá teirra konum og børnum til Danmarkar at vinna sær pening, fyri at svara hvørjum sítt í Vági.
Hesir menn gráta vónandi heldur ikki um miðnámsskúlin liggur í Vági ella Hovi ? nei harra Tausen ? hesir menn gráta heldur tí at teir noyðast at fara burtur frá sínum nærmastu, fyri at svara sínar skyldur sum borgarar í Vági-Suðuroy.
Eg vil við hesum skrivi vísa á, at fram um mentan, kemur arbeiðspláss.
Fólk, sum hava arbeiði, skapa mentan, og hava ráð til at gjálda fyri mentanarvirksemi.
Fólk, sum ikki hava arbeiði, hvat slag av mentan skapa tey? Man hetta kann kallast "Dagdrívaramentan", er tað hettar slagið av mentan, tann núverandi tjóðveldisideologurin í Vági tosar um í sínari grein í Sosialinum?
Vil tjóðveldisflokkurin í Vági, ikki skaffa arbeiðs pláss til Vágs/Suðuroy?
Vil tjóðveldisflokkurin í Vági heldur hava mentan fram um arbeiðspláss?
Kann Vágs bygd skaffa 35 lærarir til miðnámsskúlan?
Kann Vágs bygd skaffa 35 borgarir til at starvast á einum komandi ellisheimi?
Hví kann tjóðveldisleiðslan í Vági ikki vera meira "diplomatisk" og fáa meira burtur úr eini vitjan av løgmanni og tveimum landsstýrismonnum, enn at geva hesum ein frammaná og senda hesir retur til Tinganes?
Hetta kundi eg grátið um, harra Tausen.
Mannbjørn, okur eru suðringar og Vágur er ein bygd í Suðuroy.
Hvar almenn størv verða løgd í Suðuroy, er okkum suðringum líkamikið. Hesi almennu størv skapa møguleika fyri at teir av okum suðringum, sum hava tikið eina útbúgving, uttan fyri Suðuroy, fáa møguleika fyri at koma heimaftur!
Miðnámsskúlin í Suðuroy er størsti útflytari av lærdómi úr Suðuroy.
Allur okra gløggasti ungdómur verður mentur á miðnámsskúlanum, fyri síðani at fara av oynni, antin til Havnar ella í flestum førum av landinum. Hvussu skulu okur í framtíðini fáa hetta okra "gløggasta" avkom aftur til Suðuroyar.
Heldur tjóðveldisflokkurin í Vági, at við at føra Vág fram sum "heimsins nalva", so gerst Vágur heimsins nalvi?
Nær vaknar tjóðveldisleiðslan í Vági?
Nær fara okur vágbingar at ásanna at Vágur er ein lítil bygd í Suðuroy langt burtur frá Tórshavn!
Við øðrum orðum, Vágur er í dag tann størsta bygdin í sunnari helvt av Suðuroy, eitt øki í stórari kreppi við stórum arbeiðsloysi ? ongum vinnulívi.
Vágur hevur skyldu til at taka upp samráðingar við Føroya Landsstýri um øll mál sum kunnu skapa arbeiðspláss til okum suðringar.
Vágur hevur ikki ráð til at avvísa Føroya Landsstýri í hesum máli. Vágur hevur ikki ráð til at fleiri "fornermaðar greinir", sum tykur koma við. Hesar skapa øsing í bygdini mótvegis leiðsluni í Tinganesi.
Tjóðveldisflokkurin situr ikki við landsins leiðslu í dag.
Tjóðveldisflokkurin hevur seinastu 30 árini, havt borgarstjóran í Vági øll árini, burtursæð frá einum skeiði, har javnaðarflokkurin hevði leiðsluna.
Gamla býráðsskrivstov-an, er kanska ein gott symbol yvir hvussu gott tjóðveldiskongaríkið Vágur, hevur verið rikið síðan 1973?
Ætlar tjóðveldisleiðslan í Vági at halda fram við hesari kós, fullkomiliga avskorin frá øllum, umgird av fíggindum til allar síðir. Hevur Vágur ongar vinir?
Kunnu hesir vinir, um teir finnast, so ikki taka stig til at fáa samráðingar í lag millum Suðuroy og Tinganes. Suðuroy og sjálvandi Vági at frama.
Nógv ymisk mál til frama fyri Suðuroy, eru at tingast um nevnast kunnu:
1.Miðnámsskúli og Almenna og Heilsuskúli.
2.Eftirskúli fyri 9-10 flokk
3.Berghol Øravík-Hov
4.Terminalur á "oyðimørkini"Drelnesi 2
5.Flakavirki í Vági.
6.Bygdaleiðir í Suðuroy.
(orsakað av styttri teini millum Vág og Tvøroyri verður yvirskotstíð, hendan skal útnyttast til frama fyri Suðuroy)

At enda í hesi grein vil eg koma við eini áheitan til landsstýrismannin í kommunumálum og blaðleiðsluna á Dimmalætting og Sosialunum: Kunnu tykur almannakunngera í tykra blaði fyri okkum hetta:
1.Er eldraøki eitt landsmál ella eitt kommunumál?
Prenta evt avrit av lógini/paragrafinum, har hettar framgongur.
2.Hvør hevur sambært skattalógini rætt til at innkrevja skatt frá okum borgarum til eldraøkið?
Hevur landið innkrevjingarrættin?
Hevur kommunan innkrevjingarrættin?
3.Um so er at landið hevur innkrevjingarrættin, hví letur so kommunala eftirlitið ávísar kommunur nýta pening, sum eru innkravdar til aðrar komunalar uppgávur til eldraøkið, ið er ein landsuppgáva?

Borgarin verður jú hervið "dupultskattaður" á eldraøkinum, tað kann ikki vera rætt!
Orsøkin til hesa áheitan er, at tað framgongur í fleiri greinum í tykkara bløðum, at greinskrivarar ikki eru greiðir yvir hetta og blanda tingini saman.
Tað er møguligt at vágbingar uppfata mína grein, sum ein ágang á tjóðveldisflokkin. Men hetta er ikki so. Tríggjar av fýra ferðum er mín krossur settur við tjóðveldisflokkin.
Men hettar slagið av tjóðveldi, sum ført verður í Vági, hevur ikki mína undirtøku í dag.
Hetta kann ikki vera tað slagið av tjóðveldi, Høgni Hoydal, hevur at bjóða okum føroyingum ella?