Eitt omanlop var nær við at gera enda á Silju Star, tá ferðamannabáturin í farnu viku sigldi túr undir Vestmannabjørgunum. - Meginparturin datt niður innanfyri okkum, men nakrir smáir steinar raktu eisini bátin, sigur Jákup Andrias Lamhauge, sum førdi Silju Star hendan túrin.
Jákup Andrias Lamhauge leggur afturat, at tílíkar hendingar sjálvandi geva ein hvøkk, men staðfestir, at hetta er fyrsta ferðin, at tað hendir hjá teimum, og hann fegnast, at ongin fekk mein av hendingini.