Grótkastið í Skálavík sjunkar

Grótkastið, sum verjir bátahylin í Skálavík er í støðum lækkað upp móti tveimum metrum. Undirlagið skríður undan, og tað ger innsiglingina keðiliga hjá óstaðkendum fólki

Havnarviðurskifti


Í støðum er grótkastið í Skálavík lækkað við upp móti tveimum metrum, síðan tað varð lagt út seinast í sjeytiárunum. Støðið skríður undan, og botnurin gerst breiðari. Tað ger aftur, at tað kann vera keðiligt hjá óstaðkendum fólki at sigla inn og út úr bátahylinum, sigur virkandi borgarstjórin í Skálavík.
?Grótkastið treingir til ábøtur, men tær verða helst so kostnaðarmiklar, at kommunan orkar ikki at gera tær, sigur Palli Olsen, varaborgarstjóri í Skálavík. Hann er í løtuni virkandi borgarstjóri, tí valdi borgarstjórin er burturstaddur.
Tað er soleiðis, greiðir hann frá, at botnurin er breiðkaður, tí tað skríður undan. Grót er soleiðis komið út móti innsiglingini, har tað ikki var frá byrjan.
?Tað er ikki tí, at tað ger nakað hjá teimum, sum vita, hvussu út sær, sigur Palli Olsen. Men kemur fremmant fólk, kunnu tey fáa trupulleikar, um heilt illa vil til.
Skálavíkar Kommuna hevur havt ætlanir um at gera nakað við grótkastið, men hevur ikki pengar, sum er, sigur virkandi borgarstjórin. Fyri árum síðan varð farið at savna saman av stuðulsjáttan, sum fingin varð, men sum ikki rakk nóg lagt við einari játtan.
Men kreppan fór við øllum, sigur Palli Olsen. Allir slíkir grunnar vórðu avtiknir, og peningurin hvarv.
?Slíkar játtanir eru eisini smáar, og íløgumark er eisini, so her gerst einki, sum er, sigur hann. Tað fæst ikki meira enn fyri at flyta maskinurnar aftur og fram, sum hann tekur til.
Skálavíkar Kommuna hevur eisini brúkt pengar uppi á landi seinnu árini, vísir Palli Olsen á. Til dømis eru lagdar kloakkir, og vegirnir eru umvældir og asfalteraðir, eins og nýtt vatnreinsiverk eisini er gjørt. Pengar hava tí ikki eisini verið til at gera verjugarðin fyri, sigur hann.
Tað verður ikki róð út við stórum bátum úr Skálavík. Eini 15 tons man vera tað mesta, bátarnir kunnu vera, sum liggja her, heldur Palli Olsen. Einki serligt hevur verið av vetrarútróðri seinnu árini heldur, men nú er bátur komin aftur til bygdina, og teir hava drivið tað rættiliga í heyst, sigur hann. So væntandi kann, at lív verður í aftur í bátahylinum eisini.
Skálavík er brimpláss á eysturættum. Serliga landnyrðingurin er ringur. Men síðan grótkastið kom, hava bátar kunnað ligið í hylinum alt árið, sigur Palli Olsen. Tað er tó ikki so, at hylurin hevur kunnað verið fullur av bátum, men nakrir hava altíð kunnað ligið.
Eisini hevur verið ávís ferðsla til Skálavíkar við smærri bátum. Serliga um summarið. Tað kemst av, at beding er í Skálavík, sum tekur smærri deksbátar og stórar installeringar upp, har teir so kunnu reinsast og gerast við. Hon verður brúkt av bátum úr allari oynni, sigur virkandi borgarstjórin í Skálavík.