SUMMAR 2008: Grátt verður tað allar hottasta í summar. Grátt í øllum litbrøgdum, bæði til toy, metal, leður og keramikk. Gráa rákið endurspeglar ábyrgdarkenslu og tað samvitskufulla, men stendur ikki einsamalt, tá tað verður kryddað við sterkum litum, sum endurspegla bjartskygni og vón.
GRØNT VERÐUR AFTURLØNT
Eco-vinarligt design, vistfrøðiligar og natúrligar vørur og innrætting, við fokus á endur- og afturnýtslu. Við hækkandi oljuprísum, fíggjarligum ótryggleika og øktari tilvitan um umhvørvi, eru bæði keypiorkan og -viljin broytt síðsta árið. Tí er allar fremsti heimatrendurin í 2008 samvitskufult design við burðardyggari framleiðslu og flutningi.
Tvey dømi um endurnýtslu:
Gomlu vinylskivurnar gera enn gagn - Vintage Record Bowl
Gráu stólarnir eru úr formpressaðum plasti frá brúktum plastfløskum -
GAMALT NÝHAM
Í 2008 fara vit at síggja gamalt innbúgv við einum modernaðum tvisti – til dømis eina nútímansgerð av ommusliga ruggustólinum ella tunga barokkborðið í einari lættari útgávu. Vit fara eisini at síggja ein trend við, at innbúgvið skal hava fleiri funktiónir, sum kunnu lætta um mangan strongda gerandisdagin, so hann verður meira skipaður.
MIX, MATCH OG SMASH
2008 verður árið, har vit fara burtur frá at innrætta heimið við einum ávísinum tema. Nú skalt tú ikki longur velja, um tú ert romantic, nordic ella minimalistic. Eins og við klædnamótanum, ber til at mixa ymisk snið, tilfar, toy og litir, akkurát sum tú vilt hava tað. Við fjølbroyttum kontrastum vísa vit sjálvsikkurheit og kreativitet.
FJØLBROYTT TILFAR OG LITIR
Hvít og kremlitt minimalisma má lúta fyri bjartari litum, toy av alskyns slag og ”lag á lag”. Inn koma heitir og klárir litir, øll sløg av træi og kork. Svart og hvítt heldur fram, men nú saman við gulum, lime, appilsingulum, kiwi og tangarin, meðan blátt framvegis verður fremsti liturin til heimið.
www.janfrydendahl.dk
www.elsewares.com
www.flowerme.dk
www.hay.dk