Grátt, grønt og rátt

Mjúka mosagrøna troyggjan er bundin við ullintum tógvi frá Snælduni, sum er blandað við grønum mohair.

Design: Gunnvør Mohr

Model: Ragnhild Dam 


Tilfar Tvítráðað frá Snælduni: 100 g. myrkamorreytt, 100 g. grátt og 100 g. hvítt. Ombelle mohair 150 g. grønt.

Stokkar 5 stokkar og rundstokkur nr.7, 5 stokkar nr. 5.


Stødd ein stødd


G.G. Fyri hvørt 25. umfar verður tann tvítráðaði tráðurin skiftur við næsta lit, mohair tráðurin fylgir við allan vegin.


Bulur Kasta 106 eygu uppá við gráum og mohair, bind 2 røtt og 2 rang eygu runt 25 umfør = rond. Bind 5 umfør slætt. Skift gráa tráði út við myrkamorreyðum, bind 25 umfør. Skift morreytt út við hvítt, bind 25 umfør. Las 4 eygu av undir hondini báðumegin. Nú eru 49 eygu eftir til ryggin og 49 eygu til framstykkið. Být hvítt um við morreytt, og byrja samstundis uppá spíssin. Bind 24 eygu frá byrjan av umfarinum, læs 1 eyga av og bind 24 eygu = framstykkið. Legg ryggin til viks.

Høgra framstykkið: Bind aftur og fram og bind 2 eygu saman annað hvørt umfar, til spíssin, til 12 eygu eru eftir, bind 25 umfør tilsamans og læs av

Vinstra framstykkið verður bundið øvut, so tað hóskar til við høgra.


Bind ryggin beint upp 25 umfør, læs av.


Erma Kasta 20 eygu uppá við gráum og mohair, bind 2 røtt og tvey rang eygu runt 25 umfør = rond. Bind 5 umfør slætt. Skift gráa tráðin út við morreyðan. Tak uppá, 1 eyga í byrjanini og 1 í endanum av umfarinum, 6. hvørt umfar 5 ferðir = 30 eygu. Men minst til at skifta til hvítan tráð eftir 25 umfør. Bind 25 umfør beint upp. Skift til gráan tráð. Tak uppá aftur, 1 í byrjanini og 1 í endanum av umfarinum 5. hvørt umfar 3 ferðir = 36 eygu. Bind síðan 9 umfør uttan at taka uppá. Læs síðan av soleiðis, annaðhvørt umfar, í byrjanini og endanum av umfarinum: 2, 2, 2, 1, 1, 1, 1, 2, 3 eygu. Minst til at skifta til morreytt. Tey 6 eyguni, sum nú eru eftir, verða læst av. Bind eina sama slag.


Tilgerð Seyma akslarnar saman. Tak 75 eygu uppá til hálskant á stokkum nr. 5. Spíssurin verður bundin soleiðis: Tak 2 eygu saman báðumegin tað mittasta eygað, hvørt umfar. Bind 4 umfør rond, 2 rang og 2 rætt. Seyma ermarnar í.