Í nátt fór eit lágtrýst ein útnyrðing úr Skotlandi í ein landnyrðing og fer í dag framvið í ein landsynning úr Føroyum. Fríggjadagin fer lágtrýstið víðari upp í Norskahavið og um vikuskiftið fer enn eitt brúgvalag fram við sunnan fyri Føroyar. Í næstu viku streymar turrrari luft yvir landið av norðri.
Í dag verður gul til stívt andvsgul av eystri og landnyrðingi, 6 til 10 m/s, sum seinnapartin snarar í ein norðan. Fyri tað msta skýggjað og eitt sindur av regni, serliga sunnanfyri, men seinnapartin klárar í og eitt skifti sær sólin møguliga. Hitin millum 8 og 13 stig. Hóskvøldið og fríggjanáttina verður sum frá líður fyri tað mesta skýggjað og yvirhøvur turt, og hitin millum 6 og 9 stig. Vindurin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 6 til 10 m/s.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 6 til 10 m/s, sum um náttina makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Fyri tað mesta turt og skýggjað, men um náttina klárar í. Hitin um dagin um 12 stig, um náttina um 8 stig.
Leygardagin verður lot til andøvsgul av norðri, sum snarar í ein eystan, 3 til 8 m/s. Frá kvøldinum øtlar hann vindin og verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, um náttina í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Fyrrapartin sólglottar, men seinni skýggjað og um kvøldið fer at regna. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 13 stig.
Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, men út á kvøldið makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina um 10 stig.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s, sum makar vindin í gul lot til andvøsgul, undir 8 m/s. Samdrigið og okkurt ælið. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina um 10 stig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av norðri ella av ymsum ættum, undir 8 m/s. Samdrigið og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig.