Gróður og list

Frits Johannesen í Fuglafirði, sum hetta skúlaárið er á árskeiði á Danmarks Lærerhøjskole hugleiðir her eftir at hava verið á listaframsýning hjá Tróndi Patursson í Danmark

 

Um eg eri góður miðjamaður, veit eg ikki. Kenni nøkur mið, plinkar og ýti í Djúpinum. Men tann sum fekk tað orðið á seg, at hann var góður miðjamaður, var mettur høgt millum manna. Nú er tað ikki beinleiðis plinkar ella mið í orðsins rætta týdningi, sum her verður hugsað um, men satt at siga hevur ikki so sjáldan verið ýtað av í seinastuni og farið hevur verið út í tann bláa listaliga fjørðin í høvuðsstaðnum í tí danska kongaríkinum. Um ikki annað, so havi eg vaskað øskuna av mær.

Her hevur verið ljómur í myndlist og tónleiki av lívrunnum evnum og ólívrunnum evnum, men alt hevur givið lív til tann livandi føroyska listaliga aldingarðin, og spurningurin hevur verið, hvar skalt tú leggja? ? Lata snørið renna ? ræsa ja, og kanska fáa eín í heimtan á einum góðum plinki millum Kastrupgaard og Rundatorn.

Ýtaði av og fór út á Kastrupgaard? einki er sum at fara út í Djúpini ein heystardag og leggja seg á rákaleið og kenna angan av sjóráma og sjósavu standa í nasarnar og lata sálini reinskast í feitum sjógvi. Síggja tindarnar í Kalsoynni reisa seg úr tí blágráa dýpinum, Kirkjugjógv skera í skýrákið um Borgina, Neystanga stevna út í Helludýpið og lata Góðadalsá bara møsna sítt møsn.

Nú nevndi eg Góðadalsá.

Pol Øre var ein listalig sál. Hevur við eini blýantstekning gjørt dyrgingarmannin ódeyðiligan. Góðadalsá litar tann trølsliga klettin og gevur seiðalygnunum lív í tí æviga rennandi vatninum. Dyrgingarmaðurin situr í skutinum og er ritaður í myndina, sum ein ævig høggmynd. Hann er ikki ein torsu (høgmynd uttan, armar, bein og høvur), men eitt sprelllivandi mynd, sum hevur gloppað dyrnar til listina.

Frá barnsbeini hevur henda tekning runnið fram fyri meg. Henda blýantstekningin er ein ikon, sum letur upp, hevur verið eitt trin í tí listaligu menningini í Fuglafirði. Hetta kann tykjast at vera eitt sindur barnsligt at siga so. Men hvussu mangar myndir hava ikki latið upp og broytt listina ella ment hana og latið hana í tign og skrúð?

Kastrupgaard hevur fyri stuttum havt framsýning við verkum av Oluf Høst- Bornholmaramálarinum. Tróndur Patursson er eisini ein oyggjabúgvi. Blaðað varð í listini hjá Tróndi Paturssson og farið varð út á tað bláa dýpið og at kemba listliga medvitið í rótføroyskum íðum og íðukálvum í myndunum hjá Tróndi. Hoyra skvatlið av bráandi streymjaðarum simra um borðini á dyrgingarbátinum og hoyra svartbakin við sínum langtandi gorri fara um firðir og sund á heimleið til reiðrið í setandi sól. Beitan var so skyggjandi í tí feita sjónum í glarstrokunum hjá Tróndi, at tað blágrøna, gulliga andlitið í landbrimininum rørdi seg í hyldligum strokum av einum livandi pensli uppi í tí grønu líðini í Kirkjubø, har sum Tróndur býr.

Lít yvir firðir og sund ein heystardag, tá ið tað stendur við klettin og ljósrípur ringja seg um hamrar og skorar og tutla sínar smábønir í heystlittum kotum, tá sært tú landið í myndunum hjá Trónda.

Lundasinan bølnar av morgunvætu í lundalandinumn av feitum glaslittum døggperlum. Kingoløgini damla fram við landi, har runið í sjónum teskar hulisligt ljóð?.. »à son aise« ? eftir sínum egna høvdi - undir huldisligum lofti. Í runinum eru sjóssálmar, bønir teirra sjólætnu, boðabrot, óløgi og deyðir sjódrignir fiskimenn í ævigari vátari grøv fylgdir til teirra síðsta hvíldarstað av tungari sigaldu. Æviga vónin er í litunum, sum veitir glasinum lív, men glasið gevur eisini litunum lív. Lív er í glari.

Glarfitin bráar á hvøssum brandi, tá ið skorið verður í hagagott, turkað kjøt, og satt at siga eru myndirnar livandi. Glarfitin ger, at tað rennur vatn úr tonnunum.Skyggingin, sum er í glasinum er góð og hagføst.

Vandalititnir, svart og gult, boða frá, at tú kanst vera á eini vandaferð. Fagurligt er havið í logn, og fagrar eru skorar og líðir í blómandi summarsskrúð, men vandafult er havið, tá ið brimið stendur í grasið og hvør møl er huld í brimfroða í inn- og útsúði. Ikki at tala um, tá ið líðir og hamrar hava latið seg í glassstovu glerpípuskrúð.

Upphald er á fjøllum. Nú fer at tiðna, og glerpípur og skyggjuísur í skorum og homrum hava fingið deyðadóm sín, men í myndunum hjá Tróndi eru glerpípur, skyggjuísur og svartakálk ein livandi symfonisk yrking, sum onga enda tekur. Sjónin darrar av fyltum kenslum. Hugsa tær, hetta er í glastriligum búna.