Gróv seg út úr fongslinum

Um vikuskiftið eydnaðist tað einum fanga at grava seg úr kliva sínum í fongslinum í norska býnum Gjøvik. Leiðslan í fongslinum sigur, at maðurin hevði fingið fatur á einum stólabeini, sum hann brúkti til at grava eitt hol út ígjøgnum tann 60 sentimetrar tjúkka veggin.

Holið, sum er aftan fyri ein spegil, er millum 30 og 40 sentimetrar í tvørmát.

Tann rýmdi fangin er úr Albania og hevur sitið í Gjøvik-fongslinum í 14 dagar. Maðurin fekk í fjør fongsulsrevsing fyri at hava smuglað sjey kilo av heroini til Noregs.

Norska løgreglan leitar nú eftir fanganum.