Grafiska listin hjá Edvard Munch

Frits Johannesen

Leygardagin 9 sept. kl 17:00 læt Listaskálin eina sýning upp við grafiskari list av Edv. Munch. Hetta var ein stórfingin løta at trína inn í Skálan og vita, at Munch var komin at vitja. Løtan var vovin í ein forvitnisligan myndlistamann, sum er heimskendur. Myndirnar hingu í "súlnagongini" í Listaskálanum. Hugsi mong, sum vóru komin í Skálan henda dag, tordu illa at fara inn til Edvard Munch og taka í hondina á honum og heilsa upp á henda mæta listamann. Myndirnar vóru partur av hansara sinni, sum alt lívið vóru merktar av veðurbardum nulvingum og blikaðum hoyggi á útristum teigum á døkkum sálarfløttum.
Fólk fóru stumm inn í gongina. Hópurin flutti seg fet fyri fet inn um dyrnar til hetta grafiska skattkamarið. Fimmti verk vóru til skjals - tveir málningar og fýrati átta grafisk listaverk.
Fyrsta prentið
Edv. Munch gjørdi sítt fyrsta grafiska prent í 1894 - ein radering av týska listaummælaranum Mengelberg, sum skrivaði um list og hevði skrivað góð orð um listina hjá Edv. Munch. Sum málari hevði Edv. Munch arbeitt í 10 ár og hevði longu latið úr hondum dygdar listaverk, t. d. Tað sjúka barnið 1885/86, Vár 1889, Inger 1884, Karin í einum ruggustóli 1881, og bróðirin Andreas lesur til lækna 1883. Munch var uml. 20 ára gamal, tá ið hann hevði gjørt hesi avrik.
Edv Munch fór eldhugaður undir ta grafisku listina.. Tað var ongantíð í hansara huga at tillaga sína list eftir tí, ið fólk vildu hava at hann skuldi mála. Hann sá møguleikan í hesum máta at røkka fleiri við listini, so fólk kundu síggja, hvat hann ætlaði við síni list uttan at "svíkja listagudinnuna". Hann hevur latið úr hondum uml. 800 upprunaprent úr træi, steini og etsingum.
Millum fyrstu verk hansara eru tvær andlitsmyndir, men tað var skjótt, at hann fór yvir í raderingar og steinprent við motivum í ætt við "Livsfrisen" (frisa: ein vantrætt røð av prýðum á einum bygningi ella á einari blaðsíðu í eini bók), sum er ein røð av myndum um lívið. Lívsfrísan er ætlað sum ein yrking um lívið við tess sorgum, gleði og deyða.
Tað er ilt at siga hvør, ið hevur givið Munch íblástur til grafisku listina, men í brøvum sínum nevnir hann Max Klinger (1857-1920) týskur grafikari, málari og myndahøggari, sum gjørdi grafiskar røðir av myndum, t. d. Eine Liebe. Munch kallar eina røð av myndum hjá sær, 6 í tali, fyri Die Liebe , sum hann útstillar Unter den Linden í des. 1893. Tá eru 25 listaverk við á framsýningini. Óivað er íblásturin til hesa røð kanska frá Max Klinger.
Málningurin og grafisku myndirnar
Hugskotið, sum Munch kom við, at gera ein frisu, sum skuldu hanga í eini høll, arbeiddi hann við alt lívið. Bara nøkur heilt fá prent siga sína søgu, t. d. um hugaheimin hjá arbeiðaranum. Tá ið honum dámdi ein málning, gjørdi hann al oftast eisini eina grafiska mynd av málninginum. Tað var sjáldan, at hann gjørdi skurðin ella steinprentið fyrst og so málningin aftaná. Kanska er tað hugsandi, at alt tað, sum hann hevur at oysa av í list, kundi sigast í tveimum litum - svart og hvítt. Málningurin var inngangurin, og prentið útgangurin. Tú fekst eitt præludium og eitt postludium í eini gongd í listaliga kervinum hjá manninum, sum er tónlist í myndum og feitum strokum. Dialektikkur í svørthvítum skurðum, linjum og flatum millum ljós og myrkur, endurskin í listaligum vaðgotum, sum øll verðin stunar undir í ræðslu angist og trega.
Grafisku prentini spæla eisini undir til málningin. Hann kann við grafikkinum gera tíðiligari og klárari myndir enn við málninginum, og leggja kunnu vit afturat, at málarin lærir av grafikkinum, og grafikarin av málaranum. Í hesi list ger Munch fleiri royndir fyri at greiða prentini á ein hátt, at tað er hansara fatan av listini, sum kemur at seta sín dám á arbeiðini. Hann gjørdi ikki, sum vanligir grafikarar gjørdu, tá ið teir tilevnaðaðu prentini, men nýtti tað, sum fyri hondini var. Hann kubbaði við tey bond, sum vóru knýtt at tí siðvenju, sum var í grafiskari list. Edv Munch hevði onga útbúgving innan hesa lærugrein, so royndir hansara vóru nýskapan í listini. Júst við sínum royndum fór hann inn á nýggjar leiðir í hesi list. Sjálvur Picasso fekk íblástur til sína list frá Edv. Munch
Eins og fleiri listafólk um hetta mundið (90-unum) í Evropa hevði Edvard Munch áhuga fyri japanskari træskurðlist. Gauguin var farin at skera í træ fyri Edv. Munch. Edv. Munch fylgdi ikki hesi siðbundnu mannagongd, tá ið prentast skuldi. Japanesarar kundu brúka til eitt prent upp til 10-12 træplátur. Hetta var ein langdrigin gongd og kravdi nógv av listafólkunum. Edv. Munck tók snøgt sagt og sagaði plátuna í stykkir, sum hann hevði skorið. Sostatt kundi hann leggja litir á plátuna, sum honum listi og gera myndina , sum hann vildi. Her vóru møguleikar, sum ikki høvdu verið til skjals áður í hesi listagrein. Tann hvíta linjan, sum kemur fram, har skapini møttust, bleiv ein rond, sum gav myndini nýtt lív. Henda gongd í hansara list gav honum ein óendaligan íblástur til fjøllbroytt prent, sum vit í dag kunnu frøa okkum yvir.
Grafiska prentingin
Munch vendi nógv á høvdið. Hann kundi gott t. d. prenta steinprent á træskurðprent og træskurðprent á steinprent. Hann kundi eisini leggja leysar pappírmánar á prentini og mála við akvarellum, farvublýantinum og olju á myndina, eftir at hon var liðug. Í fleiri av prentunum eru linjur ella skeinur ristar í, sum Munch gjørdi, og gevur hetta tí grafisku myndini ein serligan dám. Hesin skaviteknikkur rópast fyri skrafittolist og gevur grafisku myndini eitt sjáldsamt upprák, so flaturnar liva annarleiðis í myndini enn í vanligum prentum. Hann nýtir viðatæðrirnar og kvistarnar í viðinum í træskurðinum Kossinum. Ein livandigjørdur pallur, ein hending í grafisku listini, sum fáa okkum onnur at taka hesa mynd til okkum sum ein leik í einum góðum sjónleiki. Hann brúkti eisini hektografin( eitt einkult tól til at prenta tekst og myndir við upp til 25- 30 eintøk). Hesar myndir høvdu ofta stutta livitíð, men Munch gamli gav teimum ofta nýtt lív við vatnliti og farvublýantinum.
Í hesi tilvildarligu gongd í grafisku listini hjá sær, lærdi hann mangt og mikið. Í sínum longsli og tráan sum listafólk, mentist hann í tí grafisku listini og fær lagt eina sjaldsama ál afturat síni listaligu sjálvsøkn og djúphugsni, sum røkkur langt í hansara smædnu framgongd av teimum feilum, hann ber á sínum kroppi í hesum torføra arbeiðshátti og royndum.
Vit kunnu eisini siga, at Munch við grafisku list síni ger myndirnar einklari, t. d. gentan og deyðin
Munch talfesti ikki altíð grafisku prentini hjá sær, so tað er ilt at siga, hvussu mong prent hann hevur gjørt. Hann testamenteria til høvuðsstaðin Oslu 17.000 eintøk, og nógv onnur hevur hann givið til vinir og kenningar, so hetta er bara ein partur av hansara grafiska verki.

Endi
Undir Fyrra Heimsbardaga helt Munch uppat við raderingunum. Síðsta steinprentið av týdningi er frá 1905, men træskurðurin hugtók hann og gav honum íblástur líka til sín doyggjandi dag.
Edv. Munch livdi í biva og angist alt sítt lív og upplivdi trý av systkin sínum og mammuna fara í bestu árum. Hesin ótti gjørdi, at áðrenn hann fylti tríati, hevði hann málað kanska síni bestu listaverk. Ræðslan at doyggja ungur lá í penslinum og í grafikkinum. Tað svarta og hvíta var í strokinum og skurðinum. Ein dialektikkur millum sál og likam, millum kvinnuna og fáfongdina og millum mann og kvinnu. Deyðin reikar sum úlvur á skóg í fleiri av hansara verkum. Hann mátti avmynda hetta og viðurkenna, at so var og vinna á hesari fáfongd í strokum, sum leitaðu eftir einum festi í bylgjandi rípum og rørslum í einum heljareyga, har ilt var at fóta sær.