Grágæsnar mugu ikki doyggja út aftur

Kári P. Højgaard spyr, um vit vita, hvussu stórur grágæsstovnurin er, áðrenn vit fara at skjóta.

Kári P. Højgaard hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni, ein skrivligan fyrispurning um grágæs.

Løgtingsmaðurin hjá Nýggjum Sjálvstýri vil hava at vita, um nøkur meting er gjørd um, hvussu stórur grágæsstovnurin er. 

1. juni 2014 fingu bøndur og jarðareigarar loyvi at skjóta grágæs alt árið, tí mett var, at tær ótu o nógv av grøðini hjá bóndunum. Kári P. Højgaard ávarar tó um, at seinast menn fóru at skjóta fyrilitarleyst, doyði grágásin, sum tá átti so væl sum allastaðni í landinum, út.

Løgtingsmaðurin vísir á, at bæði Fuglafrøðifelagið og Havstovan vóru móti ætlanini at lata bøndur skjóta grágæs. 

- Tað er skjótt at gera av við búfuglin, um ikki neyvt eftirlit er við, hvussu nógvir fuglar verða skotnir. Harafturat kann spurnartekin setast við, um tað ikki er etiskt og moralskt skeivt, at loyvt er at skjóta fugl um summarið, tá hesin reiðrast og hevur ungar, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, í fyrispurningi sínum.