- Gran Kanaria, Tenerifa, La Gomera, La Palma og El Hierro verða harðast rakt av ringa veðrinum.
Tað veit Canariajournalen at siga, sum skrivar um veðurútlitini og veðurávaringina.
Ávaringar eru bæði um vind, oysandi regn og vatnfloym, sum er væntandi sambært ringu veðurforsagnunum.
- Skúlar eru stongdir bæði í dag og í morgin, undantikið á Lanzarote og Fuerteventura.
Sagt verður eisini, at stóra karnivalið í Maspalomas har suðuri á Gran Kanaria fyribils er útsett, og nógv onnur tiltøk í økinum eru eisini útsett.
Stjórnin á Kanarisku Oyggjunum hevur boðað frá, at flutningurin í økjunum, sum verða rakt av illveðrinum, er avmarkaður til sjúkraflutning.
Sagt verður, at ringasta veðrið verður um vikuskiftið, tá roknað verður við, at tað verður stormur fleiristaðni á Kanarisku Oyggjunum.











