Granatálop á sjúkrahús

Tríggjar sjúkrasystrar doyðu, tá ókendir menn søktu at einum kristnum sjúkrahúsi í Pakistan í gjár.

Læknar á tí kristna sjúkrahúsinum søgdu, at tríggir menn tveittu granatir eftir sjúkrasystrum, sum høvdu verið á einum bønarfundi. Tríggjar sjúkrasystrar doyðu, og 23 fingu skaða.
Hetta er aðru ferð í minni enn eina viku, at ókendir menn hava søkt at kristnum stovnum í Pakistan. Myndugleikarnir halda, at álopsmenninir eru víðgongdir muslimar, sum eru ímóti, at Pervez Mushararf, forseti hevur stuðlað USA í bardaganum ímóti yvirgangi. Tað ógvusligasta álopið var, tá ellivu franskir verkfrøðingar doyðu í einari bumbuatsókn.
Pakistansku myndugleikarnir siga, at tær tríggjar sjúkrasystrarnar, sum doyðu í granatálopinum í gjár, vóru pakistanar.