Grand Prix fyri vaksin og barnarenning á Jóanssøku

Runnið verður runt vatnið vesturi á Eiðinum. Teinurin er 1,2 km, og skal rennast 5 ferðir - íalt 6 kilometrar. Talan er um eina øðrvísi og hugnaliga flata rutu.

 

Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Suðuroy, Hvistan, sum skipar fyri. Startskotið hjá teimum vaksnu verður umleið kl. 13.30. Byrjað verður tó við barnarenning kl. 12.45. Allir barnabólkar renna eitt umfar runt vatnið, sum er 1,2 km. Bólkarnir verða hesir:

 

Gentur/dreingir 0-8 ár

Gentur/dreingir 9-11 ár

Gentur/dreingir 12-14 ár

Aldurin verður roknaður sum blivin aldur á sjálvum kappingardegnum

 

Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna renn.fo ella á staðnum frá kl. 12.15. Kostnaðurin er 20 kr. fyri børn og 50 kr. fyri vaksin.

 

Sunkist og frukt verður til allar luttakararnar og heiðursmerki latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki. Startnummur verða útleverað frá kl. 12.15. Møtt verður við vatnið niðan móti VB-húsinum.

 

Væl liggur fyri hjá rennarum norðanfjørðs at vera við, og fáa ein hugnaligan Jóanssøkudag. Smyril siglir av Havnini beinleiðis á Vág kl. 10.00 leygarmorgunin, og norðuraftur kl. 19.30 sama kvøldið.