Leygarkvøldið verður tað stóra brakið í Grand Prix. Í Íslandi skal føroyski Jógvan Hansen royna seg, meðan Jens Marni Hansen umboðar Føroyar í donsku kappingini. Í Íslandi hava tvey undanumfør verið, har Jógvan Hansen greitt sang seg inn í finaluna. Hann syngur lagið ?One more day?, sum kendi íslendski sangsmiðurin Bubbi Morthens hevur gjørt til hansara. Jógvan Hansen telist uttan iva millum favorittarnir til at vinna kappingina, og eisini Bubbi Morthens hevur góðar vónir fyri einum sigri.
Í Danmark er kappingin heldur øðrvísi skipað. Har eru eingi undanumfør, men farið verður beinleiðis til finaluna. Leygarkvøldið skulu 10 tónleikarar kappast um sigurin, og har ímillum telist Jens Marni Hansen. Hann skal framføra lagið ?Gloria?, ið millum annað sangarin í Johnny Deluxe, Noam Halby, hevur gjørt til hansara.
Lagið hjá Jens Marna Hansen hevur ikki verið frammi í loftmiðlunum, tó hava ymisk ljóðbrot verið at funnið á netinum, har ein fær eina ábending um lagið, og eingin ivi er um, at Jens Marni fer at framføra eitt ?rokklag?.
Eftir leygarkvøldið verður so greitt, hvørjir tónleikarar skulu hittast í Oslo seinni í ár, og harvið dystast um at gerast vinnarar av Eurovision Songcontest. Og møguleiki er sjálvsagt fyri, at Føroyar fær tvey umboð, um bæði Jens Marni Hansen og Jógvan Hansen vinna finalurnar leygarkvøldið.