Í morgin verður Grand Prix kapping á Tórsbreyt, og tað er Frælsur Ítróttur Føroya, ið skipar fyri kapingini saman við feløgunum Bragdið, Hvirlan og Treystið.
Kappingin verður skipað á sama hátt, sum seinsta ár, tað vil siga tríggjar kappingar, og verða tær allar hildnar á Tórsbreyt. Í mun til undanfarin ár, so er tíðarbilið millum umførini munandi styttri nú, og øll trý umførini verða avgreidd, áðrenn summarfrítíðin byrjar.
Aftur í ár verða tey vaksnu ein partur av Grand Prixnum. Kappingarhátturin er skipaður á sama hátt, soleiðis at hvør aldursbólkur hevur fýra ymiskar kappingar: spurt, miðtein, kast og lop. Stigaskipanin verður óbroytt, og aftur í ár verður tað soleiðis, at nr. 1 í hvørji kapping fær 10 stig, nr. 2 fær 9 stig o.s.fr. Og tað verður tann sum hevur flest stig eftir tey trý umførini, sum gerst samlaður vinnari. Og øll trý umførini telja við.
Tey allarminstu, sum eru millum 5 og 7 ár, sleppa eisini at royna seg í einari kapping hvørja ferð. Hetta er tó uttan fyri Grand Prixið.
Umførini verða hesi:
1. Leygardagin 25 mai. kl. 11.00 Bragdið
2. Leygardagin 8 juni kl. 11.00 Hvirlan
3. Fríggjadagin 21. juni kl. 18.30 Treysti