Grannadystur gav 12 dystir í leikbanni

Steypadysturin millum HB og B36 gjørdist heilt óvanligur dystur

Tá ið HB og B36 Kristi Himmalferðardag spældu seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið, var talan um óvanliga dramatiskan dyst.

 

Les eisini: Jákup á Borg fingið sítt leikbann

 

Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1, og alt var opið til seinna dystin, tá ið grannarnir í Gundadali brustu saman. Dysturin gjørdist minniligur. B36 fekk tvær útvísingar, men megnaði at spæla seg víðari við 9 spælarum ímóti 11.

 

Les eisini: FSF ætlar at revsa Jákup á Borg

 

Eftirskjálvtarnir frá dystinum hava ikki lagt seg enn, tí dysturin hevði við sær óvanliga nógv leikbann.

 

Dómarin Dagfinn Olsen hevði tríggjar ferðir reyða kortið á lofti. Í dystinum gav hann Patrik Johannesen og Eli Falkvard Nielsen hjá B36 reytt kort, og eftir dystin tók dómarin aftur reyða kortið upp úr lummanum, tá ið Johan Troest Davidsen hjá HB mótmæli ógvusliga.

 

Les eisini: Her er leikbannið hjá Eli

 

Patrik Johannesen fekk leikbann í 1 dyst. Eli Falkvard Nielsen fekk leikbann í 3 dystir. Og Johan Troest Davidsen fekk óvanliga langt leikbann, hann fekk 6 dystir. Harafturat gav Fótbóltssambandið B36-venjaranum Jákupi á Borg leikbann í 2 dystir fyri útsagnir á Rás2 eftir dystin.

 

Samanlagt gav hesin óvanligi dysturin í føroyskum fótbólti spælarum og venjara 12 dystir í leikbanni.