- Hóast tað til tíðir kann tykjast torført at fáa greiði á, hvussu tú best kann veita hjálp, so er einfalda loysnin at hjálpa teimum, sum longu hjálpa.
Tað veit Krabbameinsfelagið at siga, og lagt verður aftrat, at nú kunnu fólk aftur tekna seg sum vert fyri Grannakaffi 2017.
- Tiltakið er ein liður í støðuga arbeiðnum hjá felagnum, men hevur sín uppruna í spurninginum “…hvat kann eg gera fyri at hjálpa?” - og tekur støði í tí, sum føroyingar frammanundan duga serliga væl, nevniliga at stákast og skipa fyri hugnaløtum.
Krabbameinsfelagið veit at siga, at Grannakaffi verður vikuskiftið 11.-12. mars 2017, og tiltakið hevur tveir hjálparmøguleikar:
* Vertirnir til Grannakaffi bjóða grannum, vinum ella øðrum á gátt til ein drekkamunn, eitt prát, eina uppliving ella okkurt heilt annað. Tað verður latið upp til hvønn einstaka vertin at seta sín dám á tiltakið, so leingi tað ikki stríðir móti virðunum hjá Krabbameinsfelagnum.
* Gestirnir fara á gátt hjá einum granna, vini, bindiklubba, skúlaflokki ella undirhúsi og rinda fyri drekkamunnin ella tað, sum verturin velur at varta upp við. Gesturin rindar eftir førimuni - í trúnaði og hvør króna ger mun.