Grannar argaðu í gulldysti

Tað var nokk ikki ætlanin hjá nýggju føroyameistarunum, at teir fráfarandi skuldu koma á odda 2-0, men B36 kom sterkt aftur og vann – áðrenn gullið skifti adressu í Gundadali

Teir 90 minuttirnir í Gundadali vóru ikki annað enn eitt for­spæl, so tí nýtist okkum heldur ikki at brúka stórvegis prent­svertu til eina djúpa allýsing. Tað stutta av tí langa var, HB kom á odda 2-0, men B36 kom sterkt aftur og vann 3-2.
Og so var annars lagt upp til ta stóru gullveitsluna í Gunda­dali, tá hvít og svørt í hópatali tustu inn á vøllin, samstundis sum tað framvegis sá fult út í B36-skýlinum.
Uppi á takinum á skýl­inum skutu teir fýrverk og góvu løtuni best hugsandi karm­ar­nar, og gangurin var so stórur, at tað bara vóru tey fægstu, ið fingu við, hvat FSF-for­setin Christian Andreasen fortaldi meistarunum, áðrenn gull­heiðurs­merki og FM-steyp skiftu hendur.
Brosini vóru stór og hýrurin góður, og neyvan verður lagið verri á 75 ára veitsluni um eina viku, tá B36 kann fegnast um, at felagið rakk upp á hægsta føroyska fótbóltstindin hetta runda árið.
Og so gevur tað brádliga meining, at umleið annarhvør havnar­maður teir næstu dag­arnar gongur og murrar fyri seg sjálvan, at »Niels hevur fel­agið stovnað…«

Væl og virðiliga uppi­borið FM
– Stigatalvan fortelur, hvussu gott árið hevur verið, tí nú eru vit besta liðið í Føroyum nakrantíð. Liðið hevur virkað øgiliga væl, og vit hava nógvar góðar spælarar, og venjararnir, John og Mikkjal, hava dugað væl at sett alt rætt saman, sigur liðformaðurin hjá B36, 30 ára gamli Klæmint Matras.
Hann hevði sína frágreiðing uppá, at HB var á odda í hálvleikinum henda seinasta dystin, men at B36 vann allíkavæl: – Eg haldi, at gullið var farið í høvdið á okkum í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki vendu vit tí, sigur Klæmint.
– Serliga stuttligt er tað at vinna hetta meistaraheitið upp á henda mátan, tí eingin væntaði nakað av okkum frá byrjan av. Men nú vit standa her, er tað ótrúliga væl og virðiliga uppiborið, sigur 31 ára gamli Jákup á Borg, sum hev­ur tvey ár eftir av sínum sátt­málaskeiði við B36.
– Hetta hevur verið eitt heilt ótrúliga stuttligt ár allan vegin ígjøgnum, frá spæl­arum umvegis venjarar, lið­leið­arar, áskoðarar og alt til sjálvt felagið. Tað gleðir meg so øgiliga nógv, at tað er alt B36, sum hevur vunnið hetta føroya­meistara­heitið.

Alt stríðið vert
– Tað er ein ótrúliga deilig kensla, nú vit hava strítt okkum ígjøgnum kappingarárið og alla tíðina hava trúð á tað, sigur 22 ára gamli danskarin á B36-liðnum, Jonas Flindt Rasmussen.
– Eg visti, at eg kom til eitt felag, sum hevði tvey minni góð ár, men eg visti eisini, at neyðugu dygdirnar funnust í hesum hópinum, sum eg eisini eri partur av eitt ár aftrat.
Ein av hinum yngru spælar­unum á meistaraliðnum, 20 ára gamli Róaldur Jacobsen, var eisini ovurfegin, nú alt var liðugt leygardagin og gull­heiðurs­merkið var komið um hálsin:
– Hetta hevur verið fan­tastiskt. Og hetta er alt stríðið vert, eftir at vit hava vant og spælt dystir í alt ár. Eg eri bara so glaður, staðfesti Róaldur, áðrenn hann saman við hinum skuldi smílast á liðmyndini av føroyameistarunum 2011.

Klaksvíkingar við havnargulli
Millum spælararnar á gull­lið­num hjá B36 eru tríggir ikki heilt ungir klaksvíkingar, sum leygardagin kundu lata seg heiðra saman við øllum hin­um: 31 ára gamli Meinhardt Joensen og 28 ára gomlu Símun Joensen og Atli Danielsen.
– Eg byrjaði at spæla fót­bólt, tá eg var fimm, og hetta klárt tað besta árið nakrantíð. Tíbetur havi eg verið skaðafríur og havi heldur ikki fingið tey gulu og reyðu kortini, sum eg plagdi at fáa. Kanska er tað bara tað, at eg eri blivin vaksin, skemtaði Símun Joensen, sum við sínum átta málum var triðbesti málskjútti á B36-liðnum.
– Hetta hevur verið eitt framúr stuttligt ár, bæði á vøllinum og sosialt, tí vit hava verið sum ein eind. Vit hava millum annað verið gongutúrar á hægstu tindunum, og nú standa vit eisini á hægsta tind­inum í fótbólti.
Tann elsti av teimum trim­um klaksvíkingunum er Mein­hardt Joensen, sum eisini í fjør og í 2008 vardi málið hjá B36:
– Hetta er fantastiskt. Vit hava ein stóran bunka av fantastiskum spælarum og vit kunnu vinna á øllum lið­um. At vit so hava gjørt tað upp á henda mátan, skal vera øllum spælarunum til rós, sigur Meinhardt Joensen, sum er tann av málverjunum í Voda­fone­deildini, ið hevur vart málið best.