Grannar mótmæla parkeringshúsi

Tey handaðu býráðnum umleið túsund undirskriftir at mótmæla byggingini

Seinnapartin í gjár vóru umboð fyri Felagið Grannalív - umboðandi niðara part av Tinghúsvegnum í Havn, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu – á vitjan á Ráðhúsinum í Havn.

 

Endamálið var at handa umleið eitttúsund undirskriftir og eitt mótmæli móti ætlaðu byggingini av parkeringshúsinum við Bøkjarabrekku.

 

Varaborgarstjórin Annfinn Brekkstein tók ímóti og handaði beinanvegin undirskriftirnar til kommunustjóran. Hoyringsfreistin er úti og mótmælini verða nú viðgjørd, og tá málið er búgvið, kemur tað fyri á  býráðsfundi.

 

##med2##