Fyri góðum hundrað árum síðani tók tað Roald Amundsen og monnum hansara trý ár at sigla ta sokallaðu Útnyrðingsleiðina millum Grønland øðrumegin og Kanada og Alaska hinumegin.
Veðurlagsbroytingarnar hava gjørt, at í summar var siglandi allan vegin, og tann nýggja farleiðin hevur longu fingið stóran áhuga. Amerikonsku myndugleikarnir hava boðað frá, at teir ætla sær at brúka farleiðina sum flutningsleið, men ta fráboðanina eru kanadiumenn ikki serliga fegnir um. Kanadisku myndugleikarnir siga, at farleiðin norðanfyri er undir kanadiskum yvirvaldsrætti, og at Kanada tí hevur rætt til at hava eftirlit við, hvat hendir í økinum.
Í einari roynd at leggja dent á sína støðu hevur Kanada ætlanir um at gera eina herstøð í tí arktiska økinum, og talsmenn hjá kanadisku sjóverjuni hava sagt, at sjóverjan fer at verja farleiðina norðanfyri á sama hátt sum onnur kanadisk sjóøki.
- Tað er okkara greiða uppfatan, at hetta er okkara sjógvur, og vit virka so út frá tí. Men amerikanarar og evropear hava eftir øllum at døma eina aðra uppfatan, sigur ovastin fyri kanadisku sjóverjuni, George Da Pont, við bretska kringvarpið BBC.