Stjórnin í Japan mælti í morgun Suðurkorea til at biðja altjóða dómstólin í Haag taka støðu til, hvat av teimum báðum londunum skal hava ræðisrætt yvir nøkrum oyggjum, sum londini stríðast um. Men suðurkoreanska stjórnin segði nei.
Kjakið millum tey bæði londini um oyggjarnar kyknaði aftur í síðstu viku, tá suðurkoreanski forsetin, Lee Myung-Bak, var í oyggjunum og vitjaði. Tað bøtti ikki um støðuna, tá forsetin seinni helt fyri, at japanski keisarin Akihito eigur at biðja suðurkoreanar um umbering fyri ágang og kúgan í síðstu øld, áðrenn japanskir politikarar koma til Suðurkorea at vitja.
Japan hevur tvær ferðir fyrr biðið Suðurkorea fara til dómstólin í Haag við trætuni um oyggjarnar. Fyrru ferð var í 1954 og seinnu ferð í 1962. Eisini tá søgdu suðurkoreanar nei.