Grannarnir hava púra einki at stúra fyri

Í morgin fer Tórshavnar Býráð at seta sjøtul á umstrídda íbúðarbygging á í Havn

Býráðið í Havn hevur nú samtykt at fara undir umstríddu íbúðarbyggingina á Frúðutrøð í Havn. Tað varð samtykt á eykabýráðsfundi í fríggjakvøldið, men tað var bara meirilutin í býráðnum, sum atkvøddu fyri.

 

Helena Dam á Neystabø, Bjørghild Djurhuus og Djóni Nolsøe Joensen, sum hevði sæti í býráðnum fyri Hallu Samuelsen, atkvøddu blankt.

 

Hinvegin atkvøddu Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson og Annfinn Brekkstein ímóti, tí teir vilja ikki binda seg til nakað, fyrr enn teir síggja eina heildarætlan fyri, hvussu alt økið verður skipað. Tey halda, at tað er alt ov greitt, hvussu ætlanin er at skipa økið við parkering, fríøki, ferðslu og bygningum. 

 

Og tað er eisini greitt, at lagt verður til brots beinanvegin, tí longu í morgin, týsdagin, verður útbjóðingartilfarið til taks hjá teimum, sum hava áhugað í at vera við í byggingini. Men annars ætlar býráðið sær at geva sær góðar stundir at finna ta røttu loysnina og tískil ætlar býráðið at brúka hetta næsta hálvtannað árið at viðgera málið, áðrenn støða verður tikin til, hvussu byggingin skal fara fram.

 

Eftir ætlaninini skulu er 50 nýggjar íbúðir byggjast á Frúðtrøð og íbúðarbygningarnir verða í trimum hæddum. Minst 30 prosent av teimum skulu markast til eldri yvir 60 ár, og minst helvtin av teimum skulu vera leiguíbúðir. Restin kunnu so vera eigaraíbúðir ella lutaíbúðir.

 

Útsjóndin fer at fáa stóran týdning, tá ið avgerð skal takast um, hvussu íbúðirnar skulu byggjast. Í hesum sambandi skal mist 10 prosent av stykkinum vera fríøki og ein stórur partur av fríøkinum skal vera alment, har møguleiki verður at gera kafé, ella annað, sum økir um trivnaðin

 

Talan er um eina umsrídda bústaðarbygging, tí grannarnir stúra illa fyri byggingini. Serliga stúra teir fyri at missa útsýnið, og at økið har um leiðir ikki fer at tola alla tað nógvu ferðsluna sum verður, tá ið 50 íbúðir eru bygdar har afturat.

 

Men Tórshavnar Býráð vissar tey um at tey hava púra onga orsøk til at stúra, tí íbúðirnar, sum fara at verða bygdar, verða minst ein metur lægri enn Musikkskúlin, sum er hægsti bygningur á stykkinum.

 

Og fyri at sissa grannarnar, hevur býráðið eisini lovað teimum at fáa ein lim í dómsnevndina, sum skal góðkenna byggingina, sum verður.

 

Samstundis lovar býráðið eisini, at parkeringsviðurskiftini verða avgreidd. Eitt nú verður 1,5 parkeringspláss til hvørja íbúð, umframt at ætlanin er at gera nøkur parkeringspláss við Lonirnar beint við, umframt at ein partur av stykkinum á Lützenstrøð beint oman fyri, eisini verður gjørt til parkeringspláss.