Hondbóltur
Alt bendir á eitt framúr spennandi hondbóltsvikuskifti, nú upphitingin til steypafinalurnar skal standa sína roynd. Tríggir dystir eru sum vant á skránni, og skal takast eftir stigatalvuni, so er einki at ivast í, at talan verður um spennandi uppgerðir. Í øllum trimum førunum er tað nevnliga so, at liðini, ið hittast, liggja lið um lið á talvuni.
Kunnu rykkja
Í so máta er spenningurin helst størstur um dystin í Havn, har oddaliðini bæði hittast. At hesi so eisini eru grannarnir báðir, Kyndil og Neistin, ger ikki spenningin minni.
Og oman á tað heila, so líkist hetta í løtuni einum dysti, sum veruliga kann siga øllum, at Kyndil nú aftur er til reiðar at taka føroysku hondbóltstrúnuna. Sum støðan er á talvuni í løtuni, so eru Kyndilsmenn trý stig undan Neistanum, og tí kann Kyndil við einum sigri her skap eitt hol, sum fer at verða næstan ógjørligt hjá mótstøðuliðunum at tippa aftur. Júst hetta seinasta munnu tey í Kyndli tó helst vera tey seinastu at staðfesta, tí tey munnu enn ikki hava gloymt várið í ?99, tá Kyndil undan teimum trimum seinastu umførunum at kalla hevði vunnið meistaraheitið, fyri síðani at tapa tríggjar dystir á rað.
Hjá Neistanum man ein av stóru spurningunum vera, hvussu væl liðið hevur megnað at fingið Heina Joensen spældan inn. Seinasta vikuskiftið sýndi hann, at hann væl kann gerast tann stóri fongurin, sum vónirnar vóru til, og í øllum førum gevur tað álopsspælinum hjá liðnum eina heilt nýggja dimensión. Hartil er spurningurin tó eisini, hvørt Áki Mørk nú er tøkur aftur, eftir at hann hevur verið skaddur í góðan mánað. Seinast var hann partur av dómaraseðlinum, men kom tó ikki í dyst.
Olsen-bandin á trappuni
Á Skála skulu StÍF og VÍF triðju ferðina innan tíggju dagar takast, og tað er einki at ivast í, at vestmenningar nú meta seg eiga nakað av hevnd til góðar. Heldur ikki hesa ferð gekk tað hjá VÍF at basa strandingunum í steypakappingini, og hóast útlitini ikki eru so bjørt, sum tey onkra tið hava verið, so er landskappingin nú einasta vónin hjá VÍF.
Her er fjarstøðan upp til oddin í løtuni fimm stig, og so má VÍF annars bara vóna, at Neistin tekur slagið í Havnini, og at teir sjálvir klára at toga seg upp, og er munurin so trý stig, so er tað kanska ikki heilt óhugsandi, at teir kunnu taka seinasta fetið upp, men tað krevur so annað spæl enn tað, sum VÍF fyri tað mesta hevur sýnt í ár!
Og spurningurin er so, hvørjar leikarar VÍF fer at hava við sær hesaferð. Ingi Olsen er framvegis darvaður av skaða, men hann verður kanska pjøssaður saman í seinastu royndini at bjarga árinum. Og so er tað spurningurin, hvussu verður við Áka Olsen. Enn hevur hann ikki verið á vøllinum í ár, men mikukvøldið var hann millum menninar á beinkinum, og tó at hann neyvan enn er førur fyri at spæla 60 minuttir við fullari ferð, so man skotarmurin framvegis teljast millum teir harðastu í landinum.
Hjá StÍF ræður sjálvandi eisini um at fáa neyðugu stigini til høldar. Á talvuni eru teir eitt stig betri enn VÍF, og tí kunnu teir ? um væl vil til ? koma at standa tvey stig undir oddinum eftir dystirnar sunnudagin. Tað gevur í øllum førum ein stóran møguleika at fara eftir greipuni, sum liðið enn ikki hevur vunnið, men størsti spurningurin er framvegis, hvørt liðið hevur neyðugu breiddina at standa seg, nú tveir týðandi leikarar framvegis sita uttanfyri.
Frøi á viðhaldsfólkunum
Seinasti dysturin hetta umfarið er í Hoyvík, har tey bæði botnliðini, H71 og KÍF takast. Sum so kanska ikki ein dystur, sum fær blóðið í kók hjá so nógvum áskoðarum, um stigatalvan skal vera einasta barometrið, men hesa seinastu vikuna hava viðhaldsfólkini hjá báðum pørtum tó fingið nakað at frøast um.
Einamest hoyvíkingar, sum nú fara at gera seg til fyrstu steypafinaluna hjá liðnum í seks ár, eftir at teir enn einaferð sýndu, at skal Kyndil takast, so eru teir væl næstir.
Kollfirðingarnir sýndu tó við sigrinum á StÍF farna vikuskifti, at heldur ikki teir eru fyri nothing. Ikki minst telir tað rætta vegin, at Damir Oros nú aftur er tøkur eftir drúgvan skaðasteðg, men eisini í aðrar mátar er liðið nú fullmannað, og tá kann tað væl vísa seg, at teir fara at gerast drúgvir hjá fleiri av mótstøðuliðunum.