Fótbóltur
Tað er so mangt, sum ikki er, sum tað hevur verið. Søgur vilja vera við, at tað var ikki við mýkindum, tá ið toftamenn og innanmenn fyrstu árini tókust í fótbólti – bæði á og kring vøllin!
At tað eisini er nógv broytt í grannauppgerðini á eystara armi á Skálafjørðinum varð undirstrikað, tá ið NSÍ í gjár hevði vitjan av B68. Tað var polerað og friðarligt, og serliga í 1. hálvleiki bar tað heilt lítið brá av grannauppgerð. Í teimum plaga tað eitt nú at vera tættar eftiransingar, eirindarleyst stríð í nærdystunum og kapprenning eisini um teir bóltarnar, sum tað tykist vónleyst at fáa fatur á.
Orsøkirnar til broytingina munnu vera fleiri. Inntil fyri ikki so ógvuliga nógvum árum síðani vóru bygdirnar meiri ella minni avmarkað samfeløg, sum so at siga livdu av sær sjálvum, og sum ikki høvdu so nógv brúk fyri grannunum ella ofta rættari: sum ikki høvdu hug at samstarva so nógv við grannarnar, ið jú eisini vóru argastu kappingarneytarnir á so mongum økjum.
Nú er øðrvísi. Manningarnar í grannauppgerðini við Løkin vóru undirstriking av, hvussu nógv og væl samantvinnaðar relatiónirnar eru á so nógvum økjum. Á báðum liðunum vóru spælarar, sum áður hava roynt seg á mótstøðuliðnum, á báðum liðunum vóru spælarar, sum áður hava verið liðfelagar í øðrum felag (Skála), og so eru tað fleiri, sum hava verið ella eru arbeiðsfelagar ella skúlafelagar.
Sjálvandi verður ikki hugsað so nógv um sovorðið, tá ið spælararnir standa andlit til andlit á vøllinum, men kortini hevur hetta ávirkan á, hvussu leikur fer fram.
Ikki tyndgir
Sum gongdin hevur verið tey fyrstu umførini, so kundi ikki roknast við øðrum, enn at heimaliðið var favorittur. Men serliga í 1. hálvleiki tóktist tað torført hjá Jan Inga Petersen, sum inntil hetta kappingarárið bara hevði umboðað barndómsfelagið á Svangaskarði, og gulu liðfelagar hansara at framala flótandi samanspælið, sum seinastu vikurnar hevur borið NSÍ fram á oddaplássið.
Bara eina ferð var tað í 1. hálvleiki um reppið, at heimaliðið fekk mál. Stutt undan steðginum var toppskjúttin Karoly Potemkin, sum annars hevði verið rættuliga væl innpakkaður, spældur leysur í brotsteiginum, men Vlada Filipovic í B68 málinum var árvakin.
Toftamenn tóktust á ongan hátt tyngdir av, at grannarnir, sum teir hesa ferð vitjaðu, høvdu fingið so mikið góða úrtøku burtur úr fýra teimum fyrstu umførunum, at teir vóru oddalið.
Í yvirtíðini í 1. hálvleiki legði B68 seg á odda. Øssur Hansen vísti fleiri ferðir í deyðbóltsstøðum góða bóltførleikan, og hesa ferð var miðvallarin Ndende hægstur, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið.
Fyrra partin av 2. hálvleiki skrúvaði NSÍ ferðina upp, og tá ið tað restaðu tjúgu minuttir høvdu teir skorað tvey mál, og harvið tóktust teir vera á sigurskós og harvið á veg ímóti fullari úrtøku og styrktum oddasessi.
Í fyrra førinum skoraði Karoly Potemkin, tá ið hann var fyrstur á, eftir at Vlada Filipovic hevði roynt at beina innleggi frá Boga Løkin burtur.
Í seinna førinum vóru hesir báðir – Bogi Løkin og Karoly Potemkin – við í uppspælinum, sum endaði við, at miðvallarin Jústinus R. Hansen, sum var á veg ímóti útskifting, við fínum skoti sendi bóltin í málið. Tað bar við sær, at hann fekk høvi at vera eina løtu eyka á vøllinum.
NSÍ leiðslan var avleiðing av yvirvág, men toftamenn megnaðu at koma aftur í aftur. Bill Jacobsen framdi tvær skjótar útskiftingar, og B68 bæði stríddi og spældi seg til eitt stig. Innskifti Óli Olsen, sum hevur lítlar og ongar royndir í bestu deildini, var púra óimponeraður, og hann vísti seg at hava gott máltev. Fyrst javnaði hann til 2-2, tá ið hann var fyrstur á returbólti, eftir at fyrrverandi NSÍ spælarin ,Debus Danielsen, hevði roynt seg úr høgru, og Meinhard Joensen hevði hálvbjargað.
Og so var tað um reppið, at Óli Olsen í evstu løtu skoraði sigursmálið, men á sjálvari málstrikuni varð bólturin steðgaður, og harvið samdust grannarnir um eitt stig í part.