Víkingur og NSÍ bresta saman í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, meðan KÍ og EB/Streymur møtast í hinari hálvfinaluni.
Víkingur vann í fjør steypakappingina, meðan NSÍ ikki hevur vunnið kappingina síðani 2002. KÍ hevur fingið eina góða byrjan upp á landskappingina, meðan EB/Streymur hevur fingið ein heldur minni góða byrjan. Men tá tað kemur til steypafótbólt, so eru sundalagsmenn í einum flokki fyri seg. Meðan KÍ ikki hevur vunnið kappingina síðani 1999, so hevur EB/Streymur verið í finaluni hvørja ferð síðani 2007.
Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar mikudagin 29. mai, meðan seinnu hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 7. august.
Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 24. august.
Løgmanssteypið Hálvfinalur:
KÍ EB/Streymur
Víkingur NSÍ