Grannauppgerðin verður mikukvøldið

Longu nú mikukvøldið verður aftur spennandi uppgerð í Formuladeildini. Tá fara HB og B36 at spæla í Gundadali. Talan er um framskundaða uppgerð frá 16. umfari, sum annars er á skránni sunnudagin 8. juli.

Orsøkin til at grannauppgerðin í Gundadali er framskundað er tann, at Tórshavnar kommuna í næstu viku fer undir at skifta graslíki á ovara vølli í Gundadali.

Fyrsta bríkslið verður klokkan 18, og 23. maðurin á vøllinum verður Petur Reinert.