Bæði liðini hava harðliga brúk fyri stigum, tí bæði liggja rættuliga niðarlaga á stigatalvuni, og bæði liðini taptu seinasta dystin hjá sær.
Alt fólkið tøkt
Vágbingar vóru í Runavík seinasta sunnudag, og teir taptu dystin 3-1. Hinvegin hevur VB ikki tapt á heimavølli í trimum teimum seinastu royndunum, og sum heild plaga vágbingar at standa seg væl vesturi á Eiðinum.
Sum skilst hevur VB eisini alt sítt fólk tøkt til dystin móti arvafíggindunum.
TB var hóskvøldið norðanfjørðs og leikti ein útsettan dyst móti GÍ í Gøtu. Dysturin endaði við einum 2-1 sigri til GÍ, og tað vóru tvøramenn alt annað enn nøgdir við, tí teir mettu, at tað vóru nakrar ivasamar dómaraavgerðir, ið høvdu givið gøtumonnum bæði málini.
TB hevur alt sítt fólk tókt til dystin, og teir hava gott mót. Tvøramenn hava einaferð áður í ár vitjað vesturi á Eiðinum, og tá vunnu teir 1-0. Einki er at ivast í, at tað fer at verða ein tættur og harður dystur millum hesi bæði suðuroyarliðini, og spennandi verður at vita, hvussu leikur fer.